Miðøkið avlagar samfelagið

-Tað er sera óheppið, at Tórshavnar kommuna ætlar at økja íløgurnar so nógv næsta ár, men sum landsstýrismaður fái eg einki gjørt, sigur Jacob Vestergaard Tórshavnar kommuna ætlar at økja íløgurnar umleið 100 mió. krónur næsta ár, og tað hóvar ikki landsstýrismanninum í innlendismálum.

-Hettar er ikki í tráð við tað, sum eg og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, avtalaðu við kommunurnar ? nevnuliga at royna at tálma, sigur Jacob Vestergaard við Norðlýsið. Hann ásannar, at sum landsstýrismaður hevur hann einki í at velja enn at góðkenna tað, sum Tórshavnar býráð kemur við. Men hann harmast gongdina.

-Eg má tó staðfesta at miðøkið er í ferð við at avlagað alt samfelagið, sigur Jacob Vestergaard og vísir á, at eitt nú hava Klaksvíkar kommuna og kommunurnar í Suðuroynni als ikki somu møguleikar sum Tórshavnar kommuna at læna pengar til íløgur.