Miðlarnir og eg - Tór Verland Johansen

Tór Verland Johansen, samskiftisráðgevi hyggur at Pingu og eftirlýsir uppfylgjaran til "Skjót journalistin"

Mítt blað - dag og vikublað

Markedsføring, Sosialurin og Dimmalætting.


Mín heimasíða

politiken.dk, jp.dk, markedsforing.dk, portal.fo og tær 150 heimasíðurnar hjá okkara kundum.


Mín tónleikur

Nýtt og gamalt. Í løtuni skiftast sonurin og eg um at spæla ymisk løg fyri hvørjum øðrum: Hann introduserar nýggj løg fyri mær, meðan eg gevi honum innlit í rock og pop søguna. Og so jamma vit viðhvørt


Mítt sosiala netverk

Facebook og LinkedIn


Mín DVD

Pingu. DVD er mest til børnini og har er Pingu ein greiður vinnari


Mítt magasin

Samvirke og Tænk


Mín sjónvarpsrøð

Ein góður krimi er heilt ok av og á – men tað skal helst byrja og enda í somu sending


Mín bók

Lesi for fáar bøkur fyri tíðina. The Rise of the Creative Class var áhugaverd. Krossvegir var eitt fínt íkast til kjak um átrúðna í politikki


Mítt útvarp

ÚF og P1


Mín telefon

Einaferð iPhone altíð iPhone


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

Reality shows og líknandi


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Tað er trist at miðlarnir eru relativt veikir sum heild og serstakliga í mun til ta politisku skipanina. Tá journalistikkur gerst ókritiskur, er vandi á ferð. Einaferð æt ein bók “Skjót journalistin”. Uppfylgjarin kundi kanska haft heiti “Keyp journalistin”


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Dygdargóðar kjaksendingar har kvalifisera fólk kjakast konstruktivt og kritiskt um viðkomandi evnir. Eitt føroyskt DR2 og/ella P1 hevði verið deiligt. Tað allarversta eru kjaksendingar sum ikki hava tyngd – so heldur spyrja fólk á gøtuni, tað er stuttligari