Miðnám og víðari lesnaður

7 av 10

Treytin fyri áhaldandi vøkstri og vælferð er útbúgving og vitan. Miðnám er væl skipað og verður útbygt við fleiri møguleikum. Fróðskaparsetur Føroya verður savna á einum stað og skal virka sum eitt depul sum samlar og spreiðir vitan.
Fróðskaparsetrið skal fyrst og fremst útbúgva fólk til tað føroyska samfelagið, men onnur skulu verða væl komin; um eg verði valdur, vil eg virka fyri, at:

Játtanin til fróðskaparsetrið verður politiskt stýrd javt og yvir ár.
Stuðulin til lesandi verður 12 mánaðir í staðin fyri 11.
Kømur og íbúðir til fólk undir útbúgving verða bygdar av Húsalánsgrunninum.

So javnt fyri føroyingar Føroyar.