Jacob Vestergaard
Landsstýrið og samgongan hava nú kunnað kommunurnar í Suðuroynni um ætlan teirra at byggja miðnáms- og heilsuskúla í Hovi og røktarheim í Vági. Hví landsstýrið og samgongan valdi fyrst at kunnað Vágs kommunu, og harvið skapa iva og óvissu um ætlanina, veit eg ikki, men tað var betur ógjørt.
Hvar landið byggir skúlar í Suðuroynni er teirra avgerð og hevur ikki so nógv við kommunurnar í Suðuroynni at gera.
Trupuleikin í Suðuroynni er, at vit ongantíð hava tikið støðu til, ei heldur kjakast um, hvussu vit skulu skipa Suðuroynna á ymiskum økjum. Vit hava ikki greitt tey yvirskipaðu viðurskiftini í Suðuroynni, og tí ikki lagt til rættis, hvar í oynni vit skulu byggja skúlar, almennar stovnar, hava vinnuøkir o.s.fr.
Støðan er tann, at hvør hevur roynt at sæta sær sjálvum og sínum, og ikki hugsað um heildina. Skilið er hareftir. Kjakið í staðist hevur av hesi ætlan landsstýrisins, vísir greitt hvussu støðan er.
Hevði Suðuroyggin verið ein kommuna, høvdu vit sloppið undan hesum kjakinum. Tá høvdu vit, í samráð við borgararnar í oynni, havt lagt soleiðis til rættis, at vit vistu hvar í oynni skúlar, stovnar v.m. skuldu byggjast, og kundu bert víst landsstýrinum á staðið, har vit høvdu avgjørt, at byggingin skuldi fara fram.
Ætlanin við miðnámsskúlanum er nú komin væl áleiðis, og sjálvur havi eg verið ivasamur um tað er rætt at broyta ætlanina nú, havandi í huga, at aðrar stórar skúlabyggingar eru í umbúna aðrastaðir í landinum, men eg haldi at ætlanin hjá landsstýrinum er áhugaverd, og tankin um ein skúladepil er skilagóður.
Tað eru avgjørt fyrimunir við at byggja skúlarnar saman, og harvið høvdu eisini verið møguleikar fyri at flutt aðrar skúlar, t.d. útbúgvingina til heilsurøktarfrøðing, til Suðuroynna. Hvørki vágbingar ella tvøramenn missa nakað við, at skúlarnir verða bygdir í Hovi. Mest umráðandi er, at skúlarnir verða bygdir í Suðuroynni, og ikki hvar.
Verður farið undir at byggja skúlarnar næsta ár, fer tað, saman við bergholinum Hov-Øravík, at hjálpa uppá veksandi arbeiðsloysi í Suðuroynni..
Fyri undirritaða er tað líkamikið hvar í oynni bygt verður. Fjarstøðan millum bygdirnar í Suðuroynni er so lítil, at tað hevur ongan týdning hvar tú býr og hvar tú arbeiðir ella gongur í skúla.
Støðan í Suðuroynni, við 7 kommunum, talar kanska fyri, at skúlarnir verða bygdir miðskeiðis í oynni. Tað er tó sera umráðandi, at øll oyggin verður tikin við, tá um framtíðar bygging ræður, so allir borgarar í Suðuroynni verða javntstillaðir, men hesum fæst ikki greiða á, fyrrenn øll Suðuroyggin verður ein kommuna.
Ætlanin um at byggja eitt røktarheim á Vágseiði er eisini áhugaverd. Tá avgerð er tikin um at flyta miðnámsskúlan, eigur okkurt at koma ístaðin fyri, so íløgan , sum gjørd er á staðnum, ikki fer fyri onki.
Landsstýrið og samgongan áttu sjálvtsagt at lagt ein almennan stovn á Vágseiði, og harvið hildið lyftið um at flyta alment virksemið út um landið. So høvdu teir ikki havt fyri neyðini at tosa við kommunurnar í Suðuroynni. Ein almennur stovnur á Vágseiði kundi givið Suðuroynni nógv nýggj arbeiðspláss.
Hví landsstýrið og samgongan bjóðar seg til at hjálpa suðuroyingum við einum "stovni", har suðuroyingar sjálvir fyrst skulu gjalda helmingin av íløguni, og síðan, um 2-3 ár, allan raksturin, skilji eg ikki rættuliga.
Aðalreglan eigur at verða, at kommunalt samstarv, eisini á eldraøkinum, skal spretta í kommununum, og ikki verða partur av einari ætlan, sum landið hevur fostrað.
Hóast eg alla tíðina havi verið ímóti at kommunurnar hava gjørt íløgur í eldraøkið, er tað ein sannroynd, at kommunurnar, um alt landið, hava gjørt stórar íløgur í eldraøkið. Kommunurnar hava soleiðis, samstundis sum tær hava rópt um, at landið hevur lagt ov nógvar byrðar á tær, sjálvbodnar tikið byrðar á seg, sum landið eigur at berða.
Henda samanblandingin hevur gjørt, at tað er rættuliga ymiskt hvussu eldraøkið er útbygt, og eisini hvør tað er, sum hevur útbygt tað, land ella kommunur.
Tað er møguligt at tað er brúk fyri einum røktarheimi í Suðuroynni, men tað er ikki vist, at besta loysnin er at byggja dýr stovnspláss til tey eldru. Eldraøkið er er rættuliga fjøltáttað, og okkara gomlu hava tørv á nógvum ymiskum tænastum.
Tær útbyggingar, ella tey stovnspláss, sum eru framdar á eldraøkinum hava gjørt, at fleiri og fleiri almennar krónur verða brúktar á eldraøkinum, pengar, sum vit í Suðuroynni ongan lut fáa í. Fer Tórshavnar kommunu so eisini at seta ferð á útbyggingarnar av stovnsplássum til eldri, verður enn verri í Suðuroynni.
Eg vil tí heita á nýggju kommunustýrini í Suðuroynni um at taka val ímóti ætlanini viðv. røktarheiminum, hesum "serliga" tilboði frá landsstýrinum, men samstundis ansa eftir, at eldraøkið ikki verður so rakstrarkrevjandi, at kommunurnar ikki megnað uppgávuna, verður eldraøkið lagt til kommunurnar at umsita.