Miðnámsútbúgvingar á breddanum

Nógv fólk var samankomið fríggjadagin, tá Mentamálaráðið, á fyrsta sinni, skipaði fyri ráðstevnu um miðnámsútbúgvingar

Á ráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum vóru fyrilestrarhaldarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og úr Føroyum. Millum gestirnir var danski danski undirvísingarmálaráðharrin, Bertel Haarder.

Menning til framtíðina
Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, og fokus var sett á bygnað, fakliga menning, dygd, altjóðagerð og visjón 2015. Vónin hjá fyrireikarunum í mentamálaráðnum var, at ráðstevnan skuldi geva íblástur til lærarar, politikarar og nevndina, sum endurskoðar útbúgvingarnar.
Í november í fjør setti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, eina nevnd og ein tilvísingarbólk at endurskoða tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum.
Sambært mentamálaráðnum er stórur tørvur á at endurskoða og dagføra miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum, og mangar orsøkir eru til tess. Samfelagið broytist alla tíðina, og tann tøkniliga menningin og ikki minst samferðslukervið gera møguleikarnar fyri samstarvi og rationaliseringum sera spennandi og áhugaverdar. Londini kring okkum dagføra støðugt sínar útbúgvingar, og eitt nú er nýggj skipan sett í verk í Danmark í august 2005. Mentamálaráðið sigur, at tað kennir tað sum sína skyldu at gera útbúgvingarmøguleikarnar hjá teimum ungu enn betri - men eisini at gera alt fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, vit hava.

Enduskoðan neyðug
Vit hava í løtuni 5 gymnasialar miðnámsútbúgvingar - tvær alment gymnasialar (ST og HF) og tríggjar yrkisgymnasialar (FHS/HH, SIT/HT og SIF/HIF) - og sum er, er lítil og eingin samskipan millum útbúgvingarnar, og er hetta eisini ein orsøk til at fara undir endurskoðanararbeiðið.
Nevndin, sum víst varð til omanfyri, er biðin um at viðgera verandi skipan og gera tilmæli til eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu allar tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum skulu skipast í framtíðini. Tann nýggja skipanin skal leggja upp til, at útbúgvingarnar í nógv størri mun enn higartil kunnu samstarva.
Mentamálaráðið sigur, at tað leggur sera stóran dent á, at okkara útbúgvingar altíð mugu vera góðkendar uttanlands og á hædd við samsvarandi útbúgvingar í grannalondunum, og at lestrarmøguleikarnir hjá ungdóminum verða varðveittir bæði í Danmark, í hinum Norðurlondunum og í altjóða høpi.