Miðvágur og Klaksvík aftur best

Jóansøkukappróður er í dag. Sum vanligt vóru barnaróðrarnr á skránni klokkan 13, og aftur í dag vóru tað genturnar umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík og dreingirnir umborð á Beintu úr Miðvági, sum vunnu.

 

Beinta var eintt sekund ella ein stóran skut undan Junkaranum úr Kvívík og Jomfrúnni úr Vestmanna, sum var meiri enn eina bátslongd aftari. Falkur úr Hósvík kom einsamallur á mál sum nummar fýra og nakað aftari Ternan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum.

 

Í gentukappingini var tað væl tættari millum teir báðar fremstu bátarnar. Fípan Fagra úr Klaksvík og Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag komu stavn um stavn fram ímóti málinum, og klaksvíksgentur vóru eitt vet undan havnargentum á málinum. Níggju bátar luttóku í hesum róðrinum, og eins og á fjarðarstevnu á Skála var Firvaldur av Tvøroyri nummar trý.

 

Líkindini at rógva kapp eru av teimum allar bestu á Trongisvági, har tað fyri fyrstu ferð verður kappróð út eftir fjørðinum.

 

Barnaróður dreingir

1 Beinta 02:43.09

2 Junkarin 02:45.10

3 Jomfrúgvin 02:49.02

4 Falkur 03:00.23

5 Ternan 03:07.19

 

Støðan

1 Junkarin 24

2 Jomfrúgvin 22

3 Beinta 21

4 Ternan 16

5 Falkur 4

 

Barnaróður gentur

1 Fípan Fagra 02:44.00

2 Títlingur 02:44.06

3 Firvaldur 02:45.12

4 Jallurin 02:47.02

5 Spógvin 02:47.09

6 Hulda 02:54.17

7 Beinta 02:57.01

8 Pílur 02:58.07

9 Royndin Fríða 03:08.07

 

Støðan

1 Fípan Fagra 27

2 Títlingur 23

3 Jallurin 18

4 Firvaldur 16

5 Spógvin 16

6 Hulda 7

7 Beinta 4

8 Falkur 1

9 Royndin Fríða 0

10 Pílur 0