Miðvøllurin sat uttanfyri

Størsta ivamálið í føroyska hópinum til leygardagin er Johan Troest Davidsen, men hósdagin sótu bæði Súni Olsen og Fróði Benjaminsen á síðulinjuni

Fótbóltur

 

Tað er ikki gerandiskostur, at ein føroyskur landsliðsvenjari hevur stillað upp við sama liði fleiri landsdystir á rað.

Men tað var tað, sum Brian Kerr kundi gera í dystunum móti Serbia og Fraklandi, og verður talan ikki um skaðar, so liggur eingin uppløgd broyting í kortunum nú til leygardagin.

Men skaðar kunnu tó gera hesar neyðugar. Johan Troest Davidsen hevur seinastu vikurnar drigist við fótliðsskaða, og enn er ivasamt, um hann er tøkur leygardagin. Ella sum spælarin við vanligum NSÍ-iblástri sigur, so tekur hann bara ein dag í senn.

Um so er, at Johan ikki fær spælt, so líkist tað einum uppløgdum alternativi, at liðfelagin í NSÍ, Einar T. Hansen, kemur inn á bakkin í vinstru.

Hósmorgunin kom tað tó nakað óvæntað, at bæði Súni Olsen og Fróði Benjaminsen sótu uttanfyri, men sum skilst, so er talan neyvan um álvarsligar skaðar hjá teimum báðum.

Súni hevur kent nakað av eymleika í beininum, og Fróði fekk ein stoytt inn á leggin tíðliga í venjingini, men enn sær støðan tó ikki serliga kritisk út hjá teimum báðum.