Miðvís venjing gav úrslit

Í farnu viku skrivaði 16 ára gamli Johan Troest Davidsen úr Runavík undir trý-ára sáttmála við enska Premier League felagið, Everton FC, og sambært Johan sjálvum er sáttmálin eitt úrslit av miðvísari venjing seinastu mongu árini.

Hósdagin í farnu viku var skipað fyri samkomu í Runavík, tá ið 16 ára gamli NSÍ-leikarin, Johan Troest Davidsen, skrivaði undir ein trý-ára sáttmála við enska Everton. Fyrsta góða árið skal Johan verða lærlingur, men frá 18 ára føðingardegnum verður runavíkingurin yrkisleikari. Spurdur um Everton er dreymafelagið í Onglandi svarar Johan eitt sindur foyur, at tað er tað ikki. ? Eg havi altíð verið Manchester-viðhaldsmaður, men nú verður tað kanska broytt, sigur hann við einum skeivum brosi.

Nógv kropslig venjing
Johan greiðir frá, at hann seinastu mongu árini hevur vant miðvíst fram ímóti at gerast yrkisleikari. ? Eg havi vant miðvíst leingi, og serliga tey seinastu trý til fýra árini havi eg vant sera nógv. Í veruleikanum havi eg vant alt tað, ið eg havi verið førur fyri, sigur hann.
Umframt vanligu venjingarnar við liðfeløgunum hevur Johan eisini gjørt rættuliga nógv við kropsliga venjing, og sjálvur er hann ikki í iva um, at tað hevur givið úrslit. Venjari hjá Johan tey flestu ungdómsárini í NSÍ hevur verið hin navnframi Abraham Løkin, og hann fær eisini eina heilsu við á vegnum frá Johan. ? Tað er eingin ivi um, at Abraham eigur ein stóran part av æruni fyri, at hesin dreymurin hjá mær nú er veruleiki, tí hann hevur verið ein ótrúliga góður venjari at havt øll árini, sigur komandi Everton-leikarin.

Byrjaði sum málverji
Tá ið Johan um sjey ára gamal fór at venja fótbólt í NSÍ, byrjaði hann sum málmaður. Seinni kom hann úr málinum, og síðani tá hevur hann at kalla altíð leikt í verjuni. ? Eg havi næstan altíð spælt í verjuni, tí at eg havi verið rættuliga stórur í mun til mínar javnaldrar, greiðir Johan frá.
Hóast hann einans er 16 ára gamal, hevur Johan longu fingið eitt sindur av spælitíð á 1. deildarliðnum hjá runavíkingum. Í steypafinaluni á ólavsøku móti HB, bleiv Johan innskiftur í seinna hálvleiki, og mánadagin í farnu viku leikti hann allan dystin, tá ið NSÍ vann 2-1 á Skála. Í seinasta dystinum fyribils fyri NSÍ leygardagin móti HB, gekk tað minni gott hjá Johan, tí hann bleiv rikin av vølli stutt inn í seinna hálvleik.

Droymir um landsliðið og Premier League
Tað eru einar tríggjar vikur síðani, at Johan var og royndarvandi í Everton, og síðani tá hevur tað gingið øgiliga skjótt, greiðir hann frá. Saman við Johan í Everton var eisini Christian Mouritsen úr HB, men enn er tað tó bert Johan, ið hevur fingið bjóðað sáttmála.
Spurdur um hann ikki er bangin fyri at kenna seg eitt sindur einsamallan í Liverpool, har Everton er heimahoyrandi, sigur Johan. ? Tað verður kanska eitt sindur einsligt, men eg fann væl út av tí við einum íslendingi, tá ið eg var har, so tað er altíð ein uggi, sigur hann.
Ungi runavíkingurin sigur, at stóri dreymurin er at sleppa at spæla í Premier League, men ein minst líka stórur dreymur er at spæla á føroyska a-landsliðnum. ? Eg rokni við, at sleppi eg at spæla í Premier League, so komi eg eisini á landsliðið, sigur runavíkingum, sum hevur verið á øllum ungdómslandsliðum, ið hann hevur havt aldur til.
Johan Troest Davidsen sigur eisini, at eftir hansara tykki hava fleiri av liðfeløgunum á føroyska U17-landsliðnum góðan møguleika fyri at gera honum kynstri eftir og fáa útlendskan sáttmála. Hann roknar somuleiðis við, at Everton ikki enn hevur gloymt Christian Mouritsen, tí tá ið teir báðir vandu í enska felagnum, leiktu teir ein venjingardyst við U16-liðnum hjá Everton. Teir vunnu 4-2, og Christian skeyt eitt av málunum!
Í gjár fór Johan Troest Davidsen saman við umboðsmanni sínum Jákupi í Stórustovu til Onglands, og longu í komandi viku fær ungi runavíkingurin vitjan av familjuni, sum er boðin til Onglands av Everton.