Val
Miðvági:
Seinast fólkatingsval var, fekk Sjálvstýrisflokkurin 155 atkvøður í Miðvági. Sámal Petur í Grund fekk 151. Tað var mótmæli móti táverandi løgmanni, Edmundi Joensen, sum stutt undan valinum hevði koyrt Sámal Petur úr landsstýrisessinum, tí hesin vildi hava undirsjóvartunnil undir Vestmannasund. Í dag vænta miðvingar, at vilstu sambandsatkvøðurnar frá seinasta fólkatingsvali eru komnar aftur á heimabeitið hjá Sambandinum.
Valúrslitið, seinast fólkatingsval varð hildið, var sera áhugavert í Vágum. Vágafólk vendu Sambandsflokkinum, sum annars er sterkur í oynni, bakið. Eitt beinleiðis mótmælisval aftur fyri ta viðferð, landsstýrismaðurin við samferðslumálum fekk frá løgmanni. Tað kostaði løgmanni fólkatingssessin og danska vinstrahøvdinganum forsætisráðharrasessin.
Vit fara ein tú til Miðvágs at vita, hvussu miðvingar munnu fara at atkvøða í dag. Munnu teir vera vendir aftur til Sambandflokkin, ella er fullveldisrákið, sum nógva staðni er, eisini komið í sambandsoynna Vágar?
Koyri ígjøgnum Sandavág á veg til Miðvágs. Her eru nakrar valplakatir uppi. Leggi merki til, at Tjóðveldis- Fólka- og Javnaðarflokkuirn hava flestar. Kanska hava sambandsmenn ikki verið úti enn við sínum. Og tó. Har liggur okkurt bláligt pappír á vegnum. Og mín sann um tað ikki er sníðið á Marjusi Dam, sum liggur har og hyggur at tí ferðandi.
Ná, teir hava nokk verið úti í nátt, og so eru tær regnaðar niður aftur, tí sum skilst hevur veðrið verið meira at kalla vánaligt í nátt.
Fólkafloksmenninir tykjast eitt sindur seinir í upptrekkinum, tí har ganga tveir og heingja upp, nú ein hálvan tíma áðrenn valhølini lata upp. Men tað er kanska taktikkur. So regna tær heldur ikki burtur, áðrenn fólk kemur á gongd um bygdina.
Løgtingsmaðurin í oynni hevur fingið ein granna við sær, sum stendur so hugagóður og neglir, meðan tingmaðurin prátar við ein veljara, sum kemur framvið. Jú hvør veit, um ikki ein atkvøða er har at heinta?
Haldi leiðina inn til Miðvágs. Onkur hendinga plakat er at síggja gjøgnum bygdina. Mest javnaðarplakatir, leggi eg merki til.
Men komin inn móti skúlanum, har valstaðið er, broytist myndin. Nú eru tær har allar samlar. Allir teir stóru flokkarnir, sum kappast um hesar báðar sessirnar, eru við. Teir báðir smærru tykjast ikki leggja í at brúka pening og orku upp á sovorðið. Heldur ikki Sjálvstýrisflokkurin, sum ikki man vænta tað stóra her vesturi hesaferð.
Tað er friðaligt í skúlanum. Valstýrið er í ferð við at rigga til. Búrini standa klár, og atkvøðukassin stendur víðopin á gólvinum.
Formaðurin greiðir frá, at til valið í dag hava 708 fólk valrætt í Miðvági. Luttøkan plagar at vera umleið tað, nsum meðal er fyri landið,sigur hann.
Tey telja seðlar og leggja í bunti. 20 í hvørt, so lætt er at fylgja við alla tíðina, hvussu nógv fólk hevur verið á vali.
?Kom her, sigur hann og tekur eina gamla bók og vísir mær. Ein gomul valbók, sum skrivað er í fyrstu ferð fyri 85 árum síðan tann 24. november 1916. Og tað er heldur ikki hvør sum helst, sum skrivað hevur. Hondskriftina eigur Mikkjal Dánjalsson á Ryggi, sum var valstýrisformaður, greiðir stýrisformaðurin frá.
Fyrstu ferð, bókin vaðr brúkt til ein atkvøðugreiðslu, var tann 14. december sama árið, tá atkvøt varð um, hvørt Danmark skuldi lata Vestindisku oyggjarar frá sær. Men valluttøkan í Miðvági var lítil tá. Eini fimm fólk greiddu atkvøðu.
Klokkan slær níggju, og tann fyrsti veljarin er við diskin. Hann fær seðilin og fer in í búrið. Hann er skjótur aftur, og valstýrisformaðurin fer saman við honum at kanna, um tann opni atkvøðukassin er tómur. Jú, tað semjast teir um, og formaðurin steingir, áðrenn fyrsti seðilin verður latin í kassan.
?Eg valdi Sambandið. Lisbeth Petersen, greiðir veljarin frá. Eg kundi sjálvandi valt Marjus Dam, men hann hevur so nógv at gera sum lækni í oynni, at eg helt tað vera best bara at hava hann her og ikki á Fólkatingi.
Jú, líkt er til at sambandsatkvøðurnar fara at koma aftur á heimabeitið í Miðvági hesaferð.
Tað koma fleiri. Eldri fólk, sum hava frí, og saktans er onkur lærari upp í millum eisini, tí skúlin er jú stongdur í dag, og børnini hava fingið frí, nú hann verður nýttur til valstað.
Ikki tann øgiliga trongdin her beinanveg, men nøkur hava kortini verið, tá blaðmaðurin skundar sær út aftur at finna sær eitt stað at skriva stubban, sum sendast skal um Internetið til blaðhúsið á Argjum.
Teir rigga av í Undirhúsinum, sum heldur til í MB húsinum við síðuna av skúlanum. Teir hava havt tann relguliga morgunfundin, og saktans hevur onkur vitað av, at val er í dag. Eg fái eina vinaliga heilsu á veg inn i bilin og verði mintur á, at eg átti at valt Sambandsflokkin, tí tað er tað frægasta, tá saman um kemur.
Jú, tað halda teir helst, verður svarað aftur. Men tað er ov seint nú, tí eg havi longu atkvøtt við brævatkvøðu, so til bar at vera í Miðvági, tá hetta týdningarmikla valstaðið lat upp til fyrsta løgtingsval eftir, at tað hevði avgjørt politisku lagnu Danmarkar í fyra ár.