Miðvingur vísti allari kapping frá sær

Søgan endurtók seg, tá ið 8-mannaførini kappaðust á Fjarðastevnu í Vestmanna. Fyrstu løtuna royndu bæði Argjabáturin og Gullbrandur at bjóða av. Gullbrandur misti skjótt, men Argjabáturin hekk leingi í. Tá ið komið var til endaspurtin, var tó eingin ivi. Miðvingur gekk frá Argjabátinum, og á málinum var munurin gott og væl ein bátslongd.

Nú tað resta tvær kappingar, er Miðvingur seks stig frammanfyri Argjabátin, og harvið er tað alt, sum ber á tað borðið, at Miðvingur fer at vinna FM.

Á Jóansåøku vann Gullbrandur kappingina við Argjabátin um næstfremsta plássið. Í dag var Argjabáturin klárt betri í tí kappingini.

 

1 Miðvingur 05:01.15

2 Argjabáturin 05:05.11

3 Gullbrandur 05:09.05

 

Støðan

1 Miðvingur 35

2 Argjabáturin 29

3 Gullbrandur 26

4 Heiðabáturin 4