Mia í Skorini 85 ár

Í dag, 4. juni, verður Mia í Skorini í Havn 85 ár.

Mia var yngst av teimum níggju børnunum hjá Agnas f. Nicolajsen úr Havn, og Jógvan Jensen, av Dul á Strondum. Frá hesum staðarnavni fingu børnini sær eftirnavnið á Dul. Agnas og Jógvan búsettust um aldarskiftið í Konradsbrekku, sum Gr. Kambansgøta fyrr varð kallað. Hetta var í húsunum, sum Konrad Nicolajsen, abbi Miu, bygdi fyrst í 1880-unum. Mia var bert ársgomul, tá pápi hennara doyði í 1923, bert 47 ára gamal.

So við og við giftust øll systkini út, og sum frá leið vóru bert tvey eftir. Grímur, sum var næstyngst, giftist við Andreu inn í barnaheimið, har Andrea býr enn. Mia hevði ongan skund at giftast og bleiv verandi heima. Tískil kom Mia at búgva saman við Grími og Andreu og teirra børnum í 12 ár. Her vóru góð viðurskifti teirra millum, og tey eru framvegis sera góð so nógv ár aftaná.

Sum ung kom Mia at arbeiða sum »ung pige i huset« hjá dómarahjúnunum Gerdu og Erik Bonnevie. Her var hon frá 1. juli 1939 til 1.august í 1941. Tá mátti hon gevast, tí mamman gjørdist sjúklig, og hon mátti fara heim at vera um hana. Agnas doyði í 1945, og var hon 64 ára gomul.

Í 1945 fer Mia til Keypmannahavnar at læra at seyma á eini seymistovu, og hon búði hjá beiggja sínum Páll og Aleksandru, sum tá búðu í Danmark, í tvey ár. Hon kemur heim í 1947, og fer at arbeiða á heilsøluni hjá beiggja sínum Jákupi úti á kajuni. Í 1950 kom hon at arbeiða á skrivstovuni hjá Mariu Poulsen, har beiggin Grímur var stjóri. Her kom hon at verða kend sum sera arbeiðssom, skilagóð og fyri at vera sera kring við tølum. Hon hevði ábyrgdina av bókhaldi og roknskapi. Tað var eisini hon, sum stóð fyri innkeypinum. Mia var eisini innkeypsferðir uttanlands, millum annað í Týsklandi. Serliga gott skil hevði hon á porselensvørum sum koppar, tallerkar og stell, sum hevur verið ein stórur partur av vøruúrvalinum hjá Mariu Poulsen. Hon arbeiddi her til 1985 ella nærum 35 ár.

Í 1959 giftist Mia við Poul í Skorini, sum var einkjumaður, og sum átti synirnar Róland og Sámal, og tey búsettust í húsunum hjá Poul í Mortanstovubrekku 5. Synirnir vóru tá farnir til ommurnar at vera, men Mia megnaði at savna familjuna aftur, og tað eru tey øll framvegis sera takksom fyri.

Í 1965 fáa Mia og Poul dótrina Ragnhild, uppkallað eftir fyrru konu Poul, og var Mia 43 ár, tá hon gjørdist mamma. Hetta hevur sjálvsagt verið ómetaliga stuttligt hjá teimum øllum.

Ragnhild giftist við Markus Jacobsen í Klaksvík og fingu tey fýra børn. Ragnhild man hava fingið skil fyri roknskapi og bókhaldi frá mammuni, tí hon er júst »headhuntað« at fara til Grønlands, og er júst farin avstað, at skipa fyri bókhaldinum hjá teimum fiskavirkjum, sum Hanus Hansen hjá JFK hevur keypt seg inn í har yviri.

Poul doyði fyri nøkrum árum síðani aftaná at vera viknaður so líðandi í nøkur ár. Mia megnaði at hava Poul heima alla tíðina, og var hon um hann til tað seinasta. Tað eru børnini eisini takksom fyri.

Ikki kann sigast, at nakar aldur sæst á Miu. Hon ber seg ótrúliga væl. Skilagóð er hon eisini og dugur væl at greiða frá.

Vit bæði hava tað samband, at vit eru ættað úr sama túni i Konradsbrekku, har tað altíð hevur verið sera góð viðurskifti millum húsini og ættirnar. Vit síggja hana eisini javnan í túninum, tá hon kemur á vitjan í barndómsheimið.

Mia verður burturstødd føðingardagin, men hann eigur tó ikki at fara framvið, uttan at hann verður nevndur.

Tí verður ynskt henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum.


ó.