Michael Jackson-fløgan kemur út fríggjadagin

Fríggjadagin fáa fólk í Danmark møguleikan at keypa nýggju fløguna hjá Michael Jackson. Ætlandi skuldi fløgan ikki koma út fyrr enn um eina viku, men plátufelagið Sony hevur gjørt av, at nøkur einstøk lond ? har í millum Danmark ? kunnu byrja søluna longu fríggjadagin.

 

Fløgan inniheldur tíggju løg hjá Michael Jackson, sum í stóran mun eru gjørd seinastu árini av lívinum hjá Michal Jackson, sum doyði 25. juni í fjør.

Millum tey, Michael Jackson samstarvar við á fløguni, eru Akon, Lenni Kravitz og 50 Cent.

 

Undan nýggju fløguni, sum hevur fingið heitið »Michael«, eru tríggjar stakfløgur komnar á marknaðin. Nógv hevur verið tosað og skrivað um hesi løgini. Serliga lagið lagið »Breaking News« hevur verið nógv umrøtt, tí fleiri ? eisini familjan hjá Michael Jackson ? vilja vera við, at tað ikki er Michael Jackson sjálvur, sum syngur lagið.

Hesar søgur hevur plátufelagið Sony síðani afturvíst, men fríggjadagin fáa fólk í Danmark so møguleikan at gera sína egnu meting av fløguni ? og eisini meta um, hvussu stóran leiklut Michael Jackson eigur í henni.