Formil 1
Sjeyfaldi heimsmeistarin í formil 1 Michael Schumacher skar munin upp til Fernando Alonso í kappingini um heimsmeistaraheitið niður til 11 stig, og nú liggur avgerðin um hvør verður heimsmeistari í hondunum á Ferrari og Schumacher.
Alonso koyrdi lítið sannførandi sunnudagin, og tað var einans orsakað av tøkniligum trupulleikum við Williams-Cosworth bilinum hjá Mark Webber í evstu løtu, ið gjørdi, at munurin í kappingini um HM ikki gjørdist uppaftur minni.
Eftir fleiri mánaðir í aftara enda av feltinum, tyktist Honda at vera komið fyri seg. Jenson Button hevði ongar trupulleikar við at slepp framvið báðum Renault bilunum, ið fóru framvið honum í byrjanini. Tó megnaði hann ikki at halda Kimi Räikkönen í McLaren-Mercedes aftan fyri seg, tá hesin í endanum av koyringini koma afturíaftur eftir ein truplan fyrsta pittsteðg, ið flutti hann av fremstu støðu og nógv pláss aftur.
Bíða hevur verið eftir nýggja bilinum hjá Super Aguri við nógvum spenningi. Hesin bilur avloysir 4 ára gamla Arrows bilin, ið Super Aguri hevur brúkt higartil í ár. Hetta er sostatt fyrsta ábendingin um hvussu Aguri liðið fer at klára seg í formil 1 kappingini, og tað sær ikki serliga lovandi út, tí hvørgin Super-Aguri bilur kom á mál, og nýggi koyrarin Sakon Yamamoto koyrdi bert fáar metrar.
Báðir Midlands bilarnir vóru eftir koyringina vrakaðir fyri nýtslu av fleksiblum veingjum á bilum sínum, hetta ger tó ikki nógvan mun, tí teir endaðu ávikavist aftast og næst aftast.