Michelin-matur úr Føroyum aftur í Tivoli

Á middegi í dag letur upp ein sonevnd pop-up matstova í Tivoli

Tað er matstovan Roks í Havn, sum er systurmatstova hjá tvífaldu Michelin-matstovuni Koks, sum í summar hevur havt opið í Grønlandi.

 

Roks fer at hava opið frá í dag til 6. november í Japanska Torninum í Tivoli.

 

– Tað verða bara fiskur og skeljadjór á matarskránni, og ein frískleiki, sum tú bara kanska uppliva fáa staðni í heiminum, skrivar danska blaðið Børsen, sum hevur hitt høvuðskokkin Poul Andrias Ziska.

 

Aðrar kendar matstovur hava eisini vitjað í Tivoli í summar, eitt nú danska mastovan Studio, spanska El Bar og íslendska Dill.

 

– Og nú verða so fiskur og skeljadjór av allar bestu góðsku at fáa, tá liðið hjá tvífaldu Michelin-matstovuni Koks og systurmatstovuni Roks, aftur vitjar Tivoli, nú tey halda Halloween í havanum næstu vikurnar, skrivar Børsen.

 

Koks vitjaði í Tivoli á sumri í 2021.

 

##med2##

 

Og Poul Andrias Ziska greiðir í Børsen nærri frá matarskránni:

 

– Við Koks pop-up matstovuni hava við eina niðurskaleraða smakkiroynd uppá, hvat til ber at uppliva á tvífaldu Michelin matstovu okkara Koks. Við Roks vilja vit geva eitt serligt upplivilsi, sum tú bara kanst uppliva í Tivoli. Tí hava vit sett saman eina serliga matskrá til gestirnar hjá Tivoli, sum veruliga vísir, hvat kann gerast úr føroyskum rávørum. Tað er ein rein fiska- og skeljadjóramatskrá og ein frískleki, sum ikki kann upplivast nógva aðra staðni í heiminum. Vit leggja dent á teir reinu smakkirnar, men tað verða kortini eisini stundir til eitt sindur av smakkiligari spælisjúku og nakrir nýggir hættir at matgera uppá, sigur høvuðskokkurin á Koks við danska blaðið Børsen.

 

Stjórin í Tivoli, Mikkel Ustrup, er eisini fegin um vitjanina hjá Roks.

 

##med4##

 

– Tað hendir alla tíðina okkurt nýtt og spennandi í matstovuvinnuni í Keypmannahavn. Tað vilja vit fegin vísa í Tivoli. Seinastu bæði sumrini hava vit lokkað nakrar stórar og spennandi matstovur í Japanska Tornið í Tivoli at gera mat í pop-up matstovum. Hetta hóskar væl til matarætlan okkara um at bjóða gestum okkara bæði siðbundnar og innovativar gastroupplivingar. Og nú kunnu vit við gleði avdúka, at pop-up konseptið heldur fram uttan fyri summarsesongina, so tað eisini verður nakað á gastro-økinum í Tivoli í Halloween-tíðarskeiði okkara. Vit fáa tey bestu skeljadjórini í Tivoli frá liðnum hjá Roks, og so hava vit eisini okkurt spennandi at bjóða til jóla, sigur Mikkel Ustrup, stjóri við ábyrgd av matarstøðunum í Tivoli.

 

Hann leggur so afturat, at tað undir allari vitjanini hjá Roks í Tivoli ber til at fáa nýggja føroyska ølið, OY, í barrini og uttan fyri matstovuna.

 

##med4##