Microsoft setir fokus á trygd og vøkstur

Microsoft vendir sær í ár til smærri fyritøkur og hevur tí fleiri verkætlanir, sum hóska til føroysk virki. Microsoft hevur umboð við á KT2004 og leggur dent á trygd og vakstrarmøguleikar við kunningartøkni

Trygdin í kunningartøknini er av góðum grundum eitt heitt evni, sum kjakast verður dúgliga um í hesum døgum.

Framkomin virki lata støðugt sínar skipanir upp móti umheiminum gjøgnum internetið, og vit eiga altíð at umhugsa, hvørt skipanirnar eru tryggjaðar ímóti hóttanum uttanífrá, tí bæði virus og teldusníkar kunnu kosta dýrt.

? Vit á Microsoft átaka okkum ein stóran part av hesari ábyrgd. Við arbeiða miðvíst fyri at albøta trygdina í forritum og at geva kundum okkara amboð at ráða yvir, sum gera tað so lætt sum gjørligt at tryggja seg ímóti óynsktum gestum, sigur Christian Ringheim, maknaðarstjóri hjá Microsoft Danmark, sum verður umboðað á KT2004.

Brúkarar av kunningartøkni og tey, sum taka avgerðirnar, hava eisini sjálv eina ábyrgd. Hevur tú til dømis tryggjað tær, at ein "firewall" verjir tína skipan og tíni data? Hevur tú dagført tín ritbúnað? Hevur tú eina dagførda antivirus-skipan, sum kann fanga tey virus, ið tú fært gjøgnum internet og teldupost?

Á dansku heimasíðuni hjá Microsoft (www.microsoft.dk/beskyt) fært nøkur góð ráð um, hvussu tú uttan stórvegis hóvasták kanst koma rættiliga langt við KT-trygdini. Um tú ikki ert heilt vísur í tínari egnu skipan, er tað skilagott at seta eina løtu av fyri at fylgja teimum einføldu leiðbeiningunum.

Rætta KT-loysn
Okkurt bendir á, at munur er á, hvussu smáar og millumstórar fyritøkur gagnnýta kunningartøknina.

- Eg eri als ikki í iva um, at nógvar fyritøkur kunnu fáa greiðar kappingarfyrimunir við at fáa sær ta røttu KT-loysnina. Hava starvsfólk til dømis møguleika at arbeiða heimanífrá? Fáa kundar, veitarar og samstarvsfelagar atgongd til úrvaldar upplýsingar í tínari skipan? Kunnu tínir seljarar, ráðgevarar ella uppsetarar heinta og skráseta upplýsingar í skipanina hjá virkinum?, spyr Christian Ringheim.

Microsoft vil gjarna geva tær íblástur til at vinna meira við at nýta ta nýggju tøknina. Á heimasíðuni
(www.microsoft.dk/dinvirksomhed) eru fleiri søgur at lesa um danskar fyritøkur, sum longu hava fingið hugvekjandi úrslit, tí tey hava gagnnýtt møguleikarnar við kunningartøknini.

? Møguleikarnir eru nógvir, og spurningurin er ikki so nógv hví, men í størri mun hvussu fyritøkur ítøkiliga fáa sett sjøtul á, so tey fáa mest burturúr, sigur Christian Ringheim.

Microsoft luttekur á KT2004 við fleiri starvsfólkum frá Microsoft Danmark. Umframt Christian Ringheim, marknaðarstjóra, verður millum annað Bo Martinsen, sum hevur ábyrgdina av samstarvsfeløgum.


Microsoft er at hitta í básinum hjá føroyska samstarvsfelaganum Formula.fo. Har kanst tú fáa eitt prát um, hvussu kunningartøknin best verður gagnnýtt til vøkstur í tínari fyritøku.