Miðflokkurin fyrireikar seg til løgtingsvalið

Hevur fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið 29. januar

Miðflokkurin bjóðar nú øllum, sum hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði til fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið, sum verður einaferð seinni í vár.

 

Valið skal haldast í seinasta lagi 8. desember í ár, tí seinasta løgtingsval var 8. desember í 2022.

 

Miðflokkurin hevur uppstillingarfund á Hotel Hafnia á Hotel Hafni 29. januar, og skrivar flokkurin, at har verður høvi at:

 

  • hitta nýggj valevni til Løgtingsvalið,
  • fáa kunning um politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum,
  • og at tekna seg á vallistan sum valevni.

 

– Fundurin er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði. Vit vóna at síggja nógv fólk til hendan týdningarmikla fund, skrivar Miðflokkurin.