Miðlabarometrið: Løgmaður – og so Sonja

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fingið mestu miðlaumrøðuna av valevnunum, nú tvær vikur eru eftir til løgtingsvalið.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fingið mestu miðlaumrøðuna av valevnunum, nú tvær vikur eru eftir til løgtingsvalið.

 

Tað vísir uppteljing, sum Samfelagið – áhugafelagið hjá samfelagsfrøðingum – hevur gjørt.

 

Sonja Jógvansdóttir hevur fingið næstmestu umrøðuna í valstríðnum. Hon stillar upp fyri fyrstu ferð fyri Javnaðarflokkin.

 

Kanningin vísir, at samgongan og andstøðan hava fingið nærum eins nógva umrøðu í føroysku fjølmiðlunum. Størstu flokkarnir á tingi fáa eisini mest rúmd í miðlunum. Fyrstu tíðina undir valstríðnum hevði Sambandsflokkurin nógv mestu umrøðuna, men sum tað er fráliðið er umrøðan av Sambandsflokkinum vorðin minni.

 

Ymiskt er eisini, hvussu umrøðan av politisku flokkunum hevur verið í ymsu miðlunum. Framsókn hevur í mun til aðrar miðlar fingið nógv mestu umrøðuna í Sjónvarpinum – meira enn Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava fingið.

 

Tað er SamFelagið, felagið hjá samfelagsfrøðingum, sum ger kanningina. Kanningin verður dagførd hvønn dag á www.samfelagid.fo/val fram til valið.