Ymiskt er á skránni í Fuglafirði í kvøld, og klokkan 23.30 verður midnáttarrøða við Sámali Matras Kristiansen Skráin fyri varmakeldu heldur fram, og nú klokkan 21 verður varmakelduvøka í kirkjuni.
Klokkan 21 letur eisini upp listaframsýning, sum er í kirkjukjallaranum. Hetta er framsýning við bíbilskum myndaevnum eftir Sigrun Gunnarsdóttir, Ogga Lamhauge og Harry Knudsen.
Framsýningin í kirkjukjallaranum er opin í kvøld til klokkan 23.
Klokkan 23.30 verður midnáttarrøða við Sámali Matras Kristiansen, og á midnátt byrjar stóri dansurin í Mentanarhúsinum, har MH Punktum spæla. Aldursmarkið til dansin er 18 ár.
Dansurin er til klokkan 04, og tá letur eisini pylsuvognurin aftur.