Mika á Summar Festivalin

Eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivali verður bretski poppsangarin Mika. Tað boðar Summar Festivalurin frá í dag.

Aktuelli, stórseljandi og heiðurslønti poppsangarin Mika spælir á Summar Festivalinum í august.

Hann er ein av teimum, sum selir fleiri milliónir eintøk av sínum útgávum, spælir á útseldum konsertstøðum og festivalum kring allan heimin, vinnur heiðurslønir fyri sín tónleik og stórtrívist á hitlistunum.

Hann er 29 ára gamal, hevur eina langa røð av hittunum í skjáttuni, er aktuellur við nýggjum tónleiki, og í august kemur hann til Føroya at spæla.

Hittini hjá Mika eru nógv í tali – millum annað sangir sum Grace Kelly, Love Today, We Are Golden, Lollipop, Happy Ending, Relax Take It Easy og fleiri.

Mika hevur vunnið eina Brit Award umframt aðrar heiðurslønir. Hann hevur eisini verið tilnevndur til Grammy heiðursløn fyri sín tónleik.

Mika verður roknaður sum breti, men hann varð føddur í Libanon og hevur libanesiska mammu og amerikanskan pápa. Tey fluttu fyrst til París at búgva, og tá ið Mika var sjey ára gamal fluttu tey til London. Har upplivdi Mika at verða happaður illa í skúlanum. Eitt var, at hann kom úr Frakland, men annað var, at hann var lesiveikur. Endin var, at mamma hansara undirvísti honum heima, til hann var 12 ára gamal. Hann fór aftur í skúla, og seinni gekk hann eisini á Royal College of Music, men har gavst hann, tí hann fór at gera innspælingar til sína fyrstu útgávu.

Fyrsta stakfløgan hjá Mika kom út í 2006 og kallaðist Relax, Take It Easy. Sangurin varð í fyrstu syftu serliga spældir á BBC Radio 1. Hetta var byrjanin til veruliga gjøgnumbrotið hjá Mika. Í januar árið eftir kom stakfløgan Grace Kelly út, og sangurin gjørdist nummar 1 á bretska hitlistanum.

Síðani komu fløgurnar Life In Cartoon Motion og The Boy Who Knew Too Much, og nú var tað, at Mika fekk eitt hitt fyri og annað eftir. Í fjørheyst gav Mika sína triðju fløgu út – The Origin Of Love – og eisini hon hevur selt væl.

Mika brúkti meginpartin av 2010 og 2011 á eini heimsumfatandi konsertferð, har hann spældi eitt ótal av konsertum fyri fullum húsum í Evropa, Fjareystri og Norðuramerika. Hann hevði eisini framførslu á Olympisku Leikunum í London í fjørsummar.

Mika hevur fingið gull og platin heiðurslønir í 32 londum, og hann hevur eisini fingið bæði Brit Awards og MTV Award.

Nú kemur Mika so til Føroya at hava konsert, og hann spælir á Summar Festivalinum í Klaksvík, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

- Vit hava í longri tíð havt samband við umboðsfólkini hjá Mika fyri at fáa Mika til Føroya at spæla, og vit eru serstakliga fegin um, at tað nú hevur eydnast okkum. Hetta er eitt tað størsta og mest aktuella poppnavnið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og vit rokna við eini ordans poppkonsert á Vágsbøi, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum í tíðindaskrivi í dag.

Hetta boðar Summar Festivlurin frá í dag.