Mikines seljast fyri 250.000

Tríggir Mikines málningar eru settir til sølu í Danmark

Stórur áhugi er fyri listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines, tá ið tey verða sett til sølu. Javnan vera verk eftir kenda føroyska listamannin seld á uppboðssølu í Danmark, og í næstum verða trý verk seld.

Uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett tríggjar oljumálningar hjá Mikines til sølu. Ein er av føroyskum dansi (mynd omanfyri), annar er av havútsýni og ein er av havi og bergi.

Málningurin av føroyska dansinum er mettur at vera mest verdur – millum 100 og 125 túsund krónur. Verða allir tríggir málningarnir seldir fyri metingina, fara teir fyri samanlagt 250.000 krónur. Mangan verða Mikines málningar seldir fyri meira enn metingina.

Uppboðssølan verður 3. juni.