Mikis Theodorakis er deyður

Zorba-komponisturin varð hann ofta nevndur, men hann skapaði fleiri enn 1000 tónleikastykki, men kendastur bleiv hann fyri tónleikin til filmin Zorba the Greek frá 1964. Nú er zorba-komponisturin Mikis Theodorakis deyður, 96 ára gamal.

 

Hetta upplýsti mentamálaráðið í Grikkalandi í dag.

 

Í áratíggju hevur hann havt stóra ávirkan í Grikkalandi, bæði sum tónaskald og sum politikari.

 

- Í dag misti Grikkaland part av síni sál, sigur mentamálaráðharrin í Grikkalandi, Lina Mendoni.

 

Í 2013 varð Theodorakis heiðraður fyri at teljast millum virknastu tónaskøld yvirhøvur. Fleiri enn 1000 tónleikaverk eru eftir hann, men kendastur er tónleikurin til filmin Zorba the Greek frá 1964.

 

Har dansar sjónleikarin Anthony Quinn í kendum filmsbroti tað, ið seinni gjørdist kent sum Zorba dansurin.

 

Politikkur hevði tíðliga hansara áhuga, og Theodorakis kendi seg heima á vinstravonginum, og hann var við í mótstøðurørsluni í Grikkalandi undir seinna heimsbardaga.

 

Hann var ofta í harðari andstøðu til ymsu sitandi stýrini, og forboð varð sett fyri at spæla tónleik hansara undir hernaðarstýrinum, ið hevði valdiðí Grikkalandi frá 1967-1974.

 

Í 1967 varð hann millum fyrstu politikarar á vinstravonginum, ið hernaðarstýrið setti í fangahús. Tá hann fekk frælsi aftur í 1974, flýddi Theodorakis til París.

 

- Eg eri ikki kommunistur, sosialdemokratur ella annað. Eg eri fríur maður, segði hann í samrøðu.

 

Frá miðskeiðis í sjeytiárunum, og 20 ár fram, sat hann í parlamentinum í Grikkalandi í fleiri umførum, og har hildu tey í dag stilli í ein minutt fyri at minnast Theodorakis.

 

Her sæst kenda filmsbrotið við Zorbadansinum:

 

##med2##