Mikkjal Thomasen ivasamur

Mikkjal Thomasen luttók ikki í venjingini hjá landsliðnum mánakvøldið. Hann hevur havt trupulleikar við hælsinuni í longri tíð, og hetta hevði við sær at hann stóð uttanfyri vøllin, meðan restin vandi. Tískil er eisini ilt at meta um, hvørt skaðin er álvarsamari enn vant, ella um Mikkjal bert valdi at spara seg eitt sindur.

 

Hvussu er og ikki kemur hetta illa við hjá Jógvan Martin Olsen. Avboð, skaðar og sjúka hevur havt við sær, at landsliðsvenjarin má síggja burtur frá fleiri leikarum til dystin móti Ukraina mikudagin. Leikarar, sum annars hava verið meiri og minni fastur partur av hópinum seinastu tíðina. Hesir eru Óli Johannesen, Jákup á Borg, Pauli G. Hansen, Atli Danielsen og Marni Djurhuus.

Harnæst koma avboð frá Kára Nielsen, Herbert í Lon Jacobsen og Hans Paula Samuelsen. Og sum um hetta ikki var nóg mikið, er Súni Olsen leikbannaður til dystin mikudagin, umframt at Fróði Benjaminsen eisini er eftir í Føroyum.

Ein røð av avboðum, sum sjálvandi geva Jógvan Martin Olsen nógv at hugsað um.

Av tí sama hevur eisini verið neyðugt hjá honum at senda boð eftir øðrum leikarum. Hesir eru Tem Hansen og Hanus Thorleifsson, sum komu til Ukraina seinnapartin mánadagin saman við Atla Danielsen og Róki av Fløtum Jespersen.

 

Júst Atli Danielsen var leikbannaður síðsta dyst, men kann rokna við at koma beint inn á miðvøllin fyri Súna Olsen. Á sama hátt er tað rættiliga sannlíkt, at Óli Hansen kemur í miðverjuna fyri Fróða Benjaminsen.

Samstundis má Jógvan Martin Olsen eisini hava ein avloysara til Mikkjal Thomassen í hondini, og hesin kundi blivið Tem Hansen.

 

Landsliðið venur aftur seinnapartin týsdagin.