Tað verður arbeitt av lívsins kreftum í føroyska fótbóltsheiminum í hesum døgum. Hvat venjarum í 1. deild viðvíkur, hevur tað higartil bara verið greitt, at teir báðir útlendingarnir, sum hava vant tey bæði stóru havnarfeløgini í ár, Ion Geolgau og Tomislav Sivic, fara at halda fram. Hin fyrr nevndi varð í ár settur fyri eitt tvey ára skeið, og hin seinni nevndi hevur fyri stuttum bundið seg til B36 í tvey ár afturat.
Starvsnevndin í NSÍ hevði í gjárkvøldið boðað spælarunum til fundar. Á skránni var kunnan um nýggja venjaran, sum felagið hevur gjørt avtalu við, og sáttmáli verður undirskrivaður fyrsta dagin.
NSÍ hevur gjørt avtalu við jugoslavan Milan Cimburovic, sum í fjør og í ár hevur verið venjari hjá Royn. Sáttmálin við NSÍ er galdandi fyri 1999 og ár 2000, og ætlanin er, at jugoslavin, sum ikki bara skal venja, men eisini spæla við, skal hava ábyrgdina av besta og næstbesta liðnum hjá teimum vaksnu og eisini av unglingaliðnum.
NSÍ hevði samráðingar við nýggja venjaran síðsta vikuskifti. Tað hevur annars ljóðað, at ætlanin var at gera sáttmála við ein dana, Peter Danefelt, sum var í Runavík og hugdi seg um og tosaði við NSÍ í næstsíðstu viku. Teir í Runavík kendu seg væl saman við dananum, sum hevur góðar kvalifikatiónir, men tað bleiv altso ikki til nakran sáttmála við Peter Danefelt, sum í ár er venjari hjá B1913, ið júst er farið í gjaldssteðg.
? Vit hava gjørt av at gera avtalu við Milan Cimburovic. Vit haa tosað við hann, og okkum dámar hann væl. Tað hevur talt ikki so lítið, tá vit skuldu taka avgerðina, at talan er um ein venjara, sum er inni í føroyskum viðurskiftum, bæði í síni heild og ikki minst, tá tað ræður um fótbólt, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann sigur eisini, at teir við at gera tvey ára sáttmála vóna, at tað verður friður um venjaraspurningin tey bæði komandi árini, sjálvt um tað er innbygd í sáttmálan, at hann kann sigast upp um eitt ár, um annar parturin ynskir tað.
NSÍ hvur í ár havt ein jugoslaviskan spælara á liðnum. Tað er málverjin, Dejan Milanovic. Eftir hvat vit skilja, so kennast hesir báðir jugoslavarnir væl.
Hjálparvenjari
Tá tað er við í ætlanini við nýggja venjaranum, at hann skal spæla við, verður neyðugt við einum hjálparvenjara. Tann spurningin hava teir í NSÍ ikki viðgjørt enn, og sjálvt um formaðurin ikki vil siga nakað um henda spurningin fyrrenn sáttmálin við venjaran er undirskrivaður, og nevndin hevur viðgjørt spurningin um hjálparvenjaran, so er rættuliga upplagt, at Trygvi Mortensen, sum hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum í ár og sum fleiri ferðir hevur havt ábyrgdina av bæði unglinga? og dreingjaliðnum, fer at halda fram í hesum starvinum.
Samsýning fyri avrik
NSÍ telist ikki millum tey feløgini, sum í ár hava havt sáttmálar, ið eru góðkendir av sáttmálanevndini hjá FSF, við spælararnar. Men sambært formannin, so arbeiða teir við at gera avtalur við spælararnar, og teir rokna við, at allir teir, ið hava verið við í ár, eisini fara at vera við komandi ár, um teir vera í Føroyum:
? Vit eru ikki komnir á mál við hesum enn, men vit arbeiða við tí. Útgangsstøðan er, at vit vilja gera eina bonusskipan við spælararnar, soleiðis at tað, sum teir fara at fáa burturúr, verður tengt at, hvussu teir fara at standa seg.
Hetta er ein skipan, ið minnir nógv um ta skipanina, sum KÍ í ár hevur havt við sínar spælarar.
Undan næstsíðsta umfarinum, sum verður spælt sunnudagin, er NSÍ á einum greiðum fjórða plássi, og megna teir at halda tørn um hetta plássið, so skulu teir komandi ár taka lut í Intertoto Cup kappingini.
Petur Mohr hevur verið venjari hjá NSÍ í 1996, 1997 og í 1998. Jákup Mortensen, NSÍ formaðurin, undirstrikar, at teir hava verið stak væl nøgdir við arbeiðið, sum Petur Mohr hevur gjørt í felagnum, men bæði felagið og venjarin hava verið samd um, at tað eftir trý ára samstarv hevði verið gagnligt at roynt okkurt nýtt. Petur Mohr var eisini venjari hjá NSÍ í 1990.