Milan Kuljic til B36

Milan Kuljic verður hjálparvenjari hjá B36 komandi kappingarár. Hann var í fjør venjari hjá TB.

 

B36 boðar í dag frá, at felagið hevur sett 38 ára gamla Milan Kuljic í starv sum hjálparvenjara hjá Mikkjali Thomassen. Avtalan, sum er galdandi fyri komandi kappingarár, kom upp á pláss seint í gjár.

 

Milan Kuljic sigur við heimsíðuna hjá B36, at hann er spentur upp á nýggju uppgávuna. Hann gleðir seg somuleiðis til at arbeiða við einum liðið, sum kann gera seg galdandi ovarlaga á stigatalvuni. Serbin sigur seg somuleiðis síggja fram til at arbeiða saman við Mikkjali Thomassen.

 

- Hetta er ein uppgáva, sum eg gleði meg sera nógv til. Eg royndi meg sum høvuðsvenjara hjá TB í fjør, og tað var í nógvar mátar eitt fantastiska læruríkt ár. Og ikki minst var tað “learning by doing”. Men eg gjørdist eisini greiður um, at gjarna vildi hava eina nýggja avbjóðing í ár. Hendan avbjóðingin er øðrvísi á tann hátt, at B36 er eitt heilt annað felag enn TB. Her eru nakrir framúr góðir spælarar, og tað verður ein øðrvísi avbjóðing, enn tað hevur verið hjá mær. Og sjálvur gleði eg meg nógv til at arbeiða saman við Mikkjal, sum longu hevur víst seg sum ein framúr góðan venjara, sigur Milan við heimasíðuna hjá B36.

 

Milan Kuljic er 38 ára gamal. Hann hevur spælt við VB, HB, AB og TB. Í fjør var Milan venjari hjá TB, men var eisini at síggja á vøllinum. Hann hevur verið í samráðingum við 07 Vestur til komandi kappingarár.