Milan-málverji er fasistur

Italskur fótbóltur hevur í nógv ár stríðst ímóti fasismuni, men málmaðurin hjá AC Milan fjalir ikki út yvir, hvar hann stendur politiskt. - Eg eri ikki flóvur av mínari politisku sannføring. Eg eri samdur við pørtum av fasismuni. Rasistisku pørtunum taki eg ikki undir við, og eg eri ósamdur við samstarvinum við Hitler, sigur Christian Abbiati við blaðið Sportweek.