Signhild Joensen úr Ægir megnaði í gjár at vinna sær altjóða heiðursmerki í svimjing, tá ið hon á stevnuni Città di Milano í Milano vann silvur í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:15.66. Franska Carille Gheorghiu vann gull við 2:13.76, meðan italienska Martina Cenci vann bronsu við 2:15.92, skrivar svimjing.com.
Hetta er aðru ferð í kappingini, at Signhild Joensen staðfestir støði til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Glasgow í august. Í innleiðandi svimjingini hevði hon triðbestu tíðina.
Signhild Joensen eigur føroyska metið á teininum, sum er 2:14.01. Tað metið er frá tá ið hon vann gull í greinini á Danish Open í apríl mánaða í fjør.
Rókur Trygvason, somuleiðis úr Ægir, hevur eisni verið við á ferðini. Hann hevur sett persónligt met í bæði 50 metrar og 100 metrar bringu. Her lista vit upp føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano.
Fríggjamorgun 9. mars 2018 – innleiðandi riðlar:
Rókur Trygvason (2000), Ægir
55.72 og nr 62 av 73 í 100 frí
31.52 og nr 29 av 37 í 50 bringu – persónligt met
2:27.00 og nr 19 av 29 í 200 bringu
Signhild Joensen (2000), Ægir
30.15 og nr 11 av 38 í 50 rygg
2:16.29 og nr 3 av 28 í 200 rygg – undir EM-kravtíð og í finalu
Fríggjadag 9. mars 2018 – finalur
Signhild Joensen (2000), Ægir
2:15.66 og nr 2 av 8 í 200 rygg – undir EM-kravtíð og silvur
Leygarmorgun 10. mars 2018 – innleiðandi riðlar
Rókur Trygvason (2000), Ægir
1:07.67 og nr 24 av 36 í 100 bringu – persónligt met
Signhild Joensen (2000), Ægir
1:04.01 og nr 9 av 40 í 100 rygg