Milanovic fer úr VB

Fótbóltur: Spælandi jugoslaviski venjarin hjá VB fer tann 4. juli

Fyri trimum vikum síðani legði nevndin í Vágs Bóltfelag fíggjarstøðuna hjá felagnum fram fyri virknu limunum.

Nevndin metti fíggjarstøðuna at vera hættisliga, og tiltøk máttu setast í verk fyri at varðveita peningaligu trygdina í felagnum.

VB royndi tískil at gera nýggjar sáttmálar við teir báðar jugoslavarnar Milan Milanovic og Milan Culjic.

Tað vísti seg, at Culjic ? eisini nevndur »Kulio« ? var áhugaður í at halda fram í felagnum árið út.

Hinvegin vildi spælandi venjarin Milan Milanovic ikki ganga við til ein lønarniðurskurð, og av tí sama avgjørdi VB at siga sáttmálan við hann upp.

Tað merkir, at eftir 4. juli er Milan Milanovic hvørki venjari ella spælari í VB meir.

Tað er sjálvandi spell fyri vágbingar, at teir missa Milanovic, sum hevur verið ein góður styrkur á liðnum, umframt at framgongdin innan fótbóltin í Vági hevur verið eyðsæð, síðani hann tók við eftir og víðariførdi arbeiðið hjá Tomislav Sivic við kappingarbyrjan í fjør.

Sum dømi kann nevnast, at Milanovic í sínum fyrsta árið sum venjari hjá VB fekk liðið við í eina altjóða europeiska kapping, og tað hevur VB ongantíð roynt fyrr. Leygardagin kemur kekkiska liðið Bobysport úr Brno til Suðuroyar at spæla dyst í intertoto-kappingini, og hetta verður samstundis seinasti dystur hjá VB í Føroyum við Milanovic sum venjara.


Póllendingur

úr Esbjerg

Longu áðrenn 1. mai í ár, sum er dagfestingin fyri, nær nýggir útlendskir spælarar skulu vera meldaðir til, hevði VB fingið samband við póllendingin Krzystof Popczynski, ið er álopsmakkari hjá vágbinginum Jan Allan Müller í Esbjerg fB.

Tá var ætlanin at fáa hann til Vágs fyri at skjóta mál, men nú er avtala gjørd við póllendingin um at gerast venjari í øllum førum restina av árinum.

Væntandi verður Jón Pauli Olsen hjálparvenjari.

VB berur Milan Milanovic eina tøkk fyri hansara tíð í Vági, og vónar, at tað fer at gangast honum væl í heimlandinum.