Milla var størstur

Maðurin, sum tók lut í HM-endaspølunum í ’82, ‘90 og ’94, er nú kosin sum besti afrikanski spælarin í søguni

Fótbóltur

Afrikanska fótbóltssamgongan hevur nú kosið besta afrikanska spælaran seinastu 50 árini. Onkur hevði kanska roknað við, at menn sum Eto’o, Weah, Essien og Drogba kappaðust um fremsta plásisð, men hetta fall ístaðin til Roger Milla úr Cameroun. Milla spældi á yrkisleið síni við feløgum í Grikkalandi, Sveis og Fraklandi, og skeyt hann ikki færri enn 450 mál tilsamans. Tað var tó serliga á landsliðnum, at hann gjørdi um seg. Ikki minst, tá hann sum 38 ára gamal var lyklaspælarin á liðnum, sum var heilt nær eini hálvfinalu móti Týsklandi. Milla var tá annars givin við fótbóltinum, men hóast hann bert orkaði at spæla hálvan tíma, tá endaspælið byrjaði, so gjørdist hann við fýra kmálum toppskjútti hjá Cameroun í kappingini. Ikki minst var málið móti Colombia í 1/8-finaluni minniligt. Hetta var, tá hann tacklaði show-málverjan Rene Higuita uppi á miðum vølli, fyri síðani stórflennandi at senda bóltin í tóma netið. Og so var tað sjálvandi enn einaferð tíð til eyðkenda Milla-wiggle við hornaflaggið.
Og í USA í 1994 var Milla eisini við. Hesa ferð gjørdist hann eisini elsti málskjúttin í HM-søguni, tá hann skeyt troystarmálið í 6-1 tapinum móti Russlandi. Ein dystur, har russiski Oleg Salenko annars eisini skrivaði seg í HM-søguna, tá hann skeyt fimm av russisku málunum.
Umframt HM-fótbólt og fótbólt við ymsum europiskum feløgum, var Milla eisini við til at vinna 14 meistaraheiti í Egyptalandi og trý African Nations heiti.