Hungur
Árni Joensen:
Alheims matvørustovnurin WFP bað í gjár altjóða samfelagið um hjálp til at fyribyrgja einari álvarssamari hungursvanlukku í Norðurkorea.
ST hevur fleiri ferðir fyrr biðið um hjálp til at forða einari vanlukku í Norðurkorea. ST sigur, at tað er neyðugt at fáa til vega umleið 130.000 tons av mati til umleið seks milliónir fólk í Norðurkoprea, sum hava so lítið til matna, at tey hava altjóða hjálpina fyri neyðini.
Asia-talsmaðurin hjá alheims matvørustovninum, John Powell, sigur, at eydnast tað ikki at fáa gevaralondini at veita meiri stuðul skjótt, noyðist felagsskapurion at raðfesta, hvør skal fáa hjálp, og hvør ikki skal fáa.
? Tað kann hugsast, at hjálparfólkini koma í tað støðu, at tey kunnu bara hjálpa børnunum og teimum gomlu, og at lítið og einki verður til hini, sigur talsmaðurin.