Milliónir sóu innslag um G!

Týsk/franska sjónvarpsrásin Arte hevði í endanum av september eitt umfatandi innslag um G! Festival og føroyskan tónleik.

Arte er ein av stóru mentanarsjónvarpsrásunum, og verður send bæði á týskum og fronskum. Umframt Frankaríki og Týskland, so sæst Arte eisini í Belgia, Eysturríki, Hollandi, Ísrael, Spania, Portugal, Sveis, pørtum av Kanada og Australia.

Sjónvarpsmaðurin Toto Ernst, ið arbeiðir free lance fyri sendingina Tracks á Arte, var á G! í 2010 og kunnaði seg við umstøðurnar og vendi síðani aftur í 2011 við einum liði av sjónvarpsfólkum at gera innslagið.

Í innslagnum fæst eitt gott innlit í sjálvan festivalin og í føroyskt tónleikalív sum heild. Ein hoyrir brot av tónleiki og prátað verður við Hamferð, Orka, Guðrið Hansdóttir, Kristian Blak, Jón Tyril, Matthew Workman og onnur.