– Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðnum, tað er heilt sikkurt, so tað er eitt tað fyrsta, sum hendir.
Soleiðis segði nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum við Kringvarpið í gjár. Spurdur ítøkiliga, hvat tað merkir segði Dennis Holm, at tað merkir, at vit fara at bora í hesum valskeiðnum.
– Og tað skal vera áðrenn valskeiðið er hálvrunnið, legði landsstýrismaðurin afturat.
Um fíggingina segði landsstýrismaðurin, at »tað liggja modell, sum vísa tað, so tað loysa vit eisini«, uttan at greiða nærri frá hesum.
Tað er ikki hissini lyfti, sum nýggi landsstýrismaðurin kemur við, og tí tykist hann ikki sørt bráðræsin at koma við slíkum lyfti á fyrsta sínum degi í starvinum.
Suðuroyartunnilin er í samgonguskjalinum, sum sigur soleiðis um hann:
»Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.«
Gløggi lesarin sær, at her eru bleytar orðingar um kanningar, sum »miðað verður eftir eru lidnar við ársenda í 2024«.
Harfrá til at staðfesta, at borurin verður settur í, er øgiliga langt, og tí er ringt at lesa úr samgonguskjalinum, at nýggi landsstýrismaðurin hevur rætt.
Løgmaður var meira varin, tá Kringvarpið spurdi hann, og Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, segði stutt og greitt, at »vit skulu halda okkum til tað, sum samgonguskjalið sigur«.
Uttan iva hevur landsstýrismaðurin tikið munnin ov fullan. Vit tosa um eina íløgu upp á einar seks milliardir krónur, sum svarar til tað, sum tað almenna nýtir av íløgum í eini 12 ár.
So er spurningurin, um tað er tilvitað trýst frá nýggja landsstýrismanninum, ella um hann bara er ov bláoygdur.
Í samgonguskjalinum stendur millum annað soleiðis um búskapin:
»Skil skal fáast á fíggjarstýringina, og búskaparpolitikkurin skal taka støði í nýggjari greining av búskaparliga haldføri Føroya. Samgongan skal á hvørjum ári taka miðvís stig, sum tryggja, at vit røkka langtíðarjavnvágini í búskapinum. Í breiðum politiskum semjum skulu vit tryggja búskaparliga haldførið og gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi verður gjørt eitt fíggjarpolitiskt regluverk.«
Ítøkiliga hevur samgongan annars avgjørt, at ríkisveitingin úr Danmark skal skerjast við 250 milliónum krónum í hesum valskeiðnum. Hesar 250 milliónirnar skulu eisini finnast aðrastaðni, og tað verður eisini ein uppgáva hjá landsstýrinum.
Løgmaður átti at tosað við landsstýrismannin og biðið hann stungið fingurin í jørðina, áðrenn hann aftur bindur alla samgonguna upp á lyfti, sum ikki kunnu haldast – um nýggja landsstýrið skal takast í álvara.