Amerikanski multimilliarderurin Warren Buffett verður tann, sum bjargar Harley Davidson. Fíggjarkreppan rakti amerikansku Harley Davidson motorsúkkluverksmiðjuna sera hart í 2008.
Men tað sær út til, at amerikanski multi-milliarderurin Warren Buffett verður tann, sum bjargar verksmiðjuni undan húsagangi.
Fyritøka hansara, Buffetts Berkshire Hathaway, hevur sett 300 milliónir dollarar, tað sama sum 1,74 milliardir krónur, í Harley-Davidson.
Umframt tað hevur fyritøkan Davis Selected Advisers, sum er ein av størstu aktionerunum í Harley-verksmiðjuni, eisini sett 300 milliónir dollarar afturat í verksmiðjuna.