Ímillum foreldraleys og gøtubørn í Kenya

Ferðafrásøgn frá Malenu, Jens og Josva Meitilberg úr Nakuru í Kenya

Malena, Jens og Josva Meitilberg


Fleiri okkara ganga við dreymi um at gera okkurt heilt annað, enn hvat ein dagliga tekist við. Í okkara føri hava vit eisini havt tankar, dreymar, og kall í nógv ár, og kunna ídag siga, at tað er ongantíð ov seint, at føra slíkar tankar út í livi, »betri seint enn ongantíð«. Ja, hóast vit eru farin um tey hálvthundrað, so hava vit ført okkara tankar til gerð. Vit fóru úr okkara størvum, fóru frá tí trygga heimliga umhvørvinum til tann meira óvissa, dagliga dagin í Afrika.
Vit eru Malena og Jens Meitilberg úr Tórshavn, vit eiga fýra børn, av teimum er Josva yngstur, hann er 14 ára gamal, og kom hann við okkum til Afrika. Tað er møguliga lættari at fara á okkara aldri, táið ein ikki hevur smábørn, men vit hava sæð og upplivað, at tað er als eingin forðing at fara langt burtur sum t. d. til Afrika, við smábørnum, tað ber eisini til! Við á ferðini hesaferð var Elly mamma Jens, sum vitjaði okkum í tríggjar mánaðir.
Úr Tórshavn til Nakuru
Vit fóru úr Danmark. 8. januar í ár til Nakuru sum er 4. størsti býur í Kenya við umleið 1 millión íbúgvum. Vit høvdu verið í býnum seks mánaðir áðrenn hesa ferðina, tað var í 03/04, vit arbeiddu tá hjá einum donskum trúboðarahjúnum. Tað er sama arbeiði, vit eru farin aftur til nú.
Ferðin gekk frá Billund-Amsterdam-Nairobi, nógv óvæntað kann henda á einari slíkari ferð. Fyrst vóru vit seinkaði 2 tímar úr Billund, tí vit bíðaðu til illveðrið í Amsterdam skuldi hasa av, so lendast kundi har. Tað var tí við eitt sindur av nervum vit fóru úr Billund. Komin inn á flogvøllin í Amsterdam, runnu vit alt vit kundu, ja teinurin á einum flogvølli er SERA langur. Elly, mamma Jens, royndi sítt besta at fylgja við í hesari rennikapping við tíðina. Men hvat? Fyri stríðið var endin bert, at vit akkurát sóu flogfarið fara avstað beint fyri nøsina á okkum - har var so einki annað at gera enn at sita/liggja/lesa/ ganga/sova og gána í 12 tímar til næsta flogfarið fór til Nairobi& Gott var, at vit fingu útflýggjað ókeypis 3. min. telefonkort, so vit kundu ringja til Kenya og siga frá. Vit komu tó fram móð og troytt í øllum góðum til Nairobi, har vinfólk okkara tóku ímóti okkum.
Mentanarhvøkkur
At koma til Afrika má næstan upplivast. Torført er at greiða frá tí í orðum. Her kan ein uppliva tað nýggjastu mobiltelefonina, nýggjastu tøknina, men eisini í heilt nógvum førum er tað, sum at fara 50 ár aftur í tíðina, ja »kontrastirnar« eru øgiligir. Tað fyrsta, ið møtir einum er lív, larmur, rópan, floytan, tað er sum ein kókandi grýta. At koyra ígjøgnum miðbýin í Nairobi krevur sín mann. Har venda bilarnir allir vegir, øll vilja bara koma fram skjótast møguligt. Tað er tórført at fáa eyga á koyrireglarnar, ja ofta eru tað bert sentimetrar ímillum bilarnar.
Komin heilskapt úr Nairobi, má ein tryggja sær at vera í bilbeltinum, tí annars situr ein aðruhvørja løtu uppi undir takinum, tí vegurin til Nakuru (tekur 2 tímar) er útav lagi ringur, hóast hettar er høvuðsvegurin heilt upp til Uganda. Ja í Kenya eru vegirnir ikki nakað at reypa sær av, men teir lova bøtan á hesum økinum.
Nairobi er at líkna við ein stórbý í Europa, men ikki hava vit koyrt leingi, fyrrenn vit koma til fátækraøkini, sum liggja uttan fyri býin, har fólk búgva í holum, undir plastikki, í moldhúsum, meðan onnur liva í og rundan um stórar ruskdungar.
Bilarnir eru ógvuliga gamlir, serliga eru tað lastbilarnir, teir eru frá 50/60-unum, ja tað er ófatuligt, at teir kunnu haldast koyrandi, ein grund er møguliga, at teir ikki rusta, tí her er heitt, luftin er tunn, og vit ligga á umleið 1.900 meturs hædd her í Nakuru, og langt frá havi og saltvatni.
Áhugavert t er at síggja hesir gomlu bilarnar aftur, sum sóust í Havnagøtum í 60-unum, fyri ikki at tala um bussarnar, teir eru so yvirfyltir mangan, ja har hanga dunkar, plastiíløt, teppir, madrassir, sekkir sum alt er bundið uttaná, tí pláss er ikki inni í bussunum, ja eisini livandi hønir hanga uttanfyri sum viðføri.
Vit koyra bert ímillum býir og bygdir um dagin, tí vandin er sera stórur at koyra í myrkri. Her eru eingi gøtuljós, so tað er bølaniða. Dagliga hoyra og lesa vit um rán og álop, bæði á fólk og bilar sum verða álopnir og stolnir.
Handilsfólkini
Í Kenya eru nógvir indarar, sum eru handilsmenn. Her í Nakuru eiga teir eisini fleiri av handlunum. Kenya fekk sítt sjálvsstýri frá Englandi í 1960-inum, men hóast 40 ár eru gingin, so er ikki lætt hjá teimum at fóta sær og stýra sjálvir. Teimum vanta ofta sjálvsálit og árræðið, tíverri halda nógv enn, at tey hvítu duga betri, og eri betri. Hettar er sjálvandi ikki rætt, afrikanarir duga sera væl til nógv ymiskt, men teimum tørva ofta stýring og vegleiðing.
Munurin ímillum rík og fátøk er eisini stórur. Eingin hevur álit á hvørjum øðrum, tí byrgja fólk seg inni við jarn fyri vindeyguni, høgar grótgarðar við brotnum fløskum á, hava vaktarhundar, vaktarfólk _ eingin hevur alit á nøkrum, øll halda at hini stjala, ja sleppur ein einum hundi útum garðin, so kann roknast við, at sjálvt hann verður stolin!! (greiddi ein vaktarmaður okkum frá).
Fátækradømi
Fyri okkum sum koma úr Føroyum, kann tað tykjast, heilt ótrúligt og óveruligt, at menniskju ídag liva undir slíkum fátækradømi, sum vit hava sæð her í Kenya. Nógv hava ikki fyri mat í munnin.
Arbeiðsloysi er sera, høgt, her er eingin sosialveiting, einki arbeiði _ so er eingin inntøka og eingin hjálp. Ongar pengar til mat, klæðir, húsaleigu, lækna, skúlauniformar, skúlabøkur, og annað. Fyri stuttum hoyrdu vit um eina mammu, sum var deyð frá tveimum smágentum  hon hevði onga familju. Eingin kom tí eftir líkinum, sum tí lá tveir mánaðir á sjúkrahúsinum, (ein skal gjalda fyri at fáa tað útflýggjað og jarðað). Genturnar búðu tí á sjúkrahúsinum, men eftir tveimum mánaðum komu myndugleikarnir uppí, og mamman bleiv jarðað. Síðani bleiv ringt runt til ymisk barnaheim fyri at vita, um ikki onkur kundi taka hesar neyðars gentur, sum vóru 2 og 11 ára gamlar.
Flestu barnaheimini eru yvirfylt, so hesar genturnar fingu ikki møguleika at koma á sama heim.
Ein onnur syrgilig støða: Tey seinastu børnini, ið eru komin inn at búgva hjá okkum, eru eitt systkinapar, drongurin sjey ár og gentan 10 ár. Hesi bæði hava búð púrasta einsamøll í umleið 2 mánaðir. Tey gingu á einum øðrum skúla, men har varnaðust lærararnir, at okkurt var galið, tí børnini komu móð, skitin og svang í skúla. Síðani var funnið útav, at mamman, sum er einlig, var burturblivin, eingin veit enn, hvar hon er, tí búðu børnini einsamøll í húsinum. Hetta eru dømir um, hvussu syrgiligar og ræðuligar umstøðurnar eru hjá nógvum familjum her.
Tolsemi
At brynja seg við toli er neyðugt, um ein skal yvirliva í Afrika, tí her tekur ALT langa tíð. »Verður tað ikki ídag, so verður tað ímorgin«  ja orðatakið passar væl her. Alt skal gjaldast kontant, her er einki sum eitur at flyta pening yvir banka, (ikki enn). Nei, ein skal sjálvur møta upp á hvørjum kontóri og standa í langum bíðirøðum. Á vatnkontórinum, streymkontórinum, telefonkontórinum, internetkontórinum, vaktarkontórinum, ruskkon-tórinum, í bankanum kann húsaleigan tó nú gjaldast, (havi staðið í kø í 1.5 tíma har) so tit kunnu ímynda tykkum, hvussu leingi tað tekur at gera ørindir her.
Fyri at geva eina lítla hóming afturat kann eg greiða tykkum frá einari stuttligari hending.
Eg fór ein dagin inn í ein handil at keypa ein pakka av grasfræ. Fyrst skuldi eg finna útav, hvat slag eg skuldi hava, síðani skuldi maðurin skriva tað niður á ein seðil við nummari, slag og nøgd á. Við hesum seðli skuldi eg yvir til eina lúku, har viðkomandi tastaði inn á eina teldu, (framkomið) har ein útskrift síðani kom út. Við hesi útskrift skuldi eg yvir til eina damu í einum øðrum búri við einari lítlari, lítlari lúku á, har skuldi eg gjalda fyri vøruna. Fekk kvittanina við stempli og frímerki á, at grasfræi var goldið. Síðani skuldi eg aftur yvir til mannin, sum stóð og ansaði eftir grasfrænum, til eg kom aftur. Hesin skuldi síðani eftirkanna, um alt var rætt sum stóð á kvitteringini, og at eg hevði goldið, áðrenn eg fekk grasfræini útflýggjað.
Ja, ein kann ikki annað enn síggja tað stuttliga í slíkari hending&.
Skúlagongdin
Teir afrikansku skúlarnir hava risastórar skúlaflokkar, heilt upp í 50-70 næmingar í hvørjum flokki. Vit avgjørdu heldur at senda Josva í ein minni indiskan privatskúla. Skúlastjórin og lærararnir eru afrikanarir, bert 15 næmingar í hansara 8. flokki, hann er tann einasti hvíti næmingurin á skúlanum íløtuni. Hvønn fríggja- og mánamorgun standa næmingarnir úti í garðinum, har flaggið verður vundið á stong, onkur næmingur spælir blokkfloytu, síðani talar skúlastjórin, áðrenn tey enda við bøn/sangi. (hátíðarligar løtur).
Skúladagurin er langur, flestu dagarnir til kl 17. Skúlaári er deilt upp í tríggjar mánaðir í skúla og síðani ein mánaður. Her eru ikki nógvir halgi- og frídagar.
Kl.19.15 er longu myrkt, og her er einki sum eitur skýming, nei, 1-2-3 so er myrkt, so tíðin er stutt frá tí at skúlin er liðugur og til myrkt er, táið ein helst má halda seg innandura.
Í nógvum av skúlunum er vanligt, at børnini verða sligin av lærarunum sum straff. Josvasa skúli hevur eisini sínar revsuháttir. Har skulu tey antin knela niður og liggja á gólvinum, ella skulu tey út til flaggstongina mitt í skúlagarðinum at standa eina ásetta tíð!!!
Øll eru í skúlauniformi, og er hann ikki heilt ílagi, so verður ein skrivaður upp í svørtu bók sum eisini gevur revsing!!! Ja, her royna tey at »disiplinera« næmingarnar, men fyri okkum virkar tað sum um tey verða trýst niður, tey fáa ikki sjálvsálit, menning, árræði ella dirvi, halda vit. Vit hava tó nakað at læra av hvørjum øðrum!!! Áhugavert at uppliva!!!
Josva er nú í august byrjaður á einum amerikanskum kostskúla, (2 tímar frá Nakuru) vit halda, at hesin skúlin er betri fyri hann. Har eru næmingar úr nógvum ymiskum londum, t. d. danir, týskarar, eingilskmenn, hállendarar, koreanarar, amerikanarar umframt afrikanarar.

Arbeiði í Nakuru
Í Nakuru eru nógvar syrgiligar mannalagnur. Serliga eru tað børnini og tey ungu sum líða mest. Her eru nógv foreldraleys børn _ børn sum ongan góðan eiga, tey liva á gøtuni av tí tey finna har. Hettar eru smábørn, ja heilt niður í fýra ára aldur. Neyðin og fátækradømi er ein orsøk, men ein onnur stór orsøk er, at nógv foreldur doyggja heilt ung frá børnum. Ein stór deyðsorsøk er AIDS, sum nógv doyggja av. Børnini enda tí úti á gøtuni, tí eingin er at taka sær av teimum, familjan hevur ikki ráð at metta fleiri munnar. Børnini frá smáum plássum søkja inn í býirnar, har tey halda seg kunna yvirliva lættari, men tíverri koma tey ofta út í enn størri trupulleikar..
Tað eru hesi børn og ung, sum vit arbeiða fyri at hjálpa. Fleiri føroyingar kenna til arbeiðið, sum donsku trúboðarahjúnini Susanne og Leif Madsen gera í Nakuru, tað eru eisini fleiri føroyingar sum eru kend við teirra arbeiði og stuðla hesum børnum. Tey hava vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Tað eru hesum hjúnum, sum vit arbeiða hjá og saman við.
Hvussu verður hjálpin veitt?
Hesi hjún høvdu og hava framvegis ein brennandi kærleika til tey neyðstøddu ungu, sum ongan góðan eiga. Tey hava nú í yvir 10 ár hjálpt og arbeitt fyri tey. Byrjað var í tí smáa, saman við einum prestahjúnum í fátækraøkinum í Nakuru, har tey deildu mat út. Skjótt sóu tey, at teimum flestu tørvaðu meir enn mat, og øll hesi árini er tørvurin bara øktur.
Endamálið er at hjálpa børnum burtur frá gøtuni, geva teimum mat, klæðir, song, skúlagongd, kærleika, tryggleika og umsorgan. Alt arbeiðið er gjørt á kristnum grundarlag, og er tað eisini kærleiki Kristusar, sum er drívmegin. Vit greiða børnum frá, at Jesus hevur ikki gloymt tey, hóast teirra sváru støðu. Tey fáa trúgv og vón uppá, at tað tó er EIN, sum elskar tey og hevur umsorgan fyri teimum, og tað er sterkt at síggja, hvussu hendan vónin og kærleikin, sum tey nú eisini møta í verki, kann broyta eitt niðurbrotið barna/ungdómshjarta.
"Í dag er ein barnaskúli, har 540 børn (flestu frá fátækraøkinum) fáa undirvísing og mat tvær ferðir um dagin. Hjá nógvum av teimum er hettar einastu máltíðir tey fáa.
"Yvir 100 onnur børn verða stuðlað fíggjarliga, men ganga í øðrum skúlum.
"12 børn eru í ár byrjað á framheildsdeildum á ymiskum kostskúlum, hettar er fyrsta árið, at møguleiki hevur verið fíggjarliga at hjálpt børnum víðari í skúla.
"Fimm dreingir eru í løtuni í handverkaralæru.
"Ein ung mamma er í hárfríðkannarlæru
"Ein gongur á listarskúla.
"34 dreingir búgva inni á dreingjaheiminum
"33 gentur búgva inni á gentuheiminum
"Ein gongur á bíbilskúla í løtuni í Nairobi
"Ein genta lærir til skræddara.
"Frálæra er í seyming fyri 24 ungar kvinnur, sum allar eru frá fátækraøkinum. Tær fara til roynd í býnum og fáa prógv, sum gevur teimum betri møguleika at fáa arbeiði.

Alt arbeiðið verður bert fíggjað av privatum stuðlum, samkomum og onkrum stovni, men í allarflestu førum frá privatum persónum í DK, FO, UK, ÍS, og USA, stuðlum, sum antin geva gávur einaferð ella fast hvønn mánað. Eisini er møguleikin at stuðla einum ávísum barnið, sum ein síðani fær myndir av og kann fylgja við í. Susanne og Leif Madsen eru send út frá Betania Blåhøj í Brande, og vit bæði frá Filadelfia í Tórshavn.
Nýggjan bygning
Fyri bert tveimum árum síðani byrjaðu Susanne og Leif at taka gentur inn, tí tey sóu, hvussu stórur tørvurin eisini er ímillum genturnar. Í Nakuru er bert eitt annað heim fyri gentur, meðan tað eru fleiri fyri dreingir. Skjótt var staðfest, at tørvurin var sera stórur. Tey byrjaðu í einari lítlari íbúð við 9 gentum og longu nú, tvey ár seinni, eru tær 30, og fleiri standa á bíðilista, og oftani koma gentur, grátandi og biðja um hjálp, ynskja at sleppa inn, tí tær einki heim hava. Tað er ógvuliga tungt og syrgiligt at avvísa hesum gentum vegna plásstrot.
Tí eru tey í trúgv á Harran og í góðum treysti farin undir at byggja ein nýggjan bygning í tveimum hæddum til at hýsa fleiri gentum. Har verður eisini betri og meiri rumsátt hjá teimum, ídag hava genturnar ein køk, sum bert er umleið tríggjar fermetrar. Í tí nýggja bygninginum verður meiri rúmstátt, umframt fleiri skúlastovur, har genturnar m. a. eisini kunnu fáa frálæru í ymiskum, sum t. d. reinføri, heilsurøkt, barnarøkt, matgerð, AIDS, og annað.
Peningurin er ikki allur tøkur til hesa bygging enn!! Tí er bøn okkara, at um onkur í Føroyum hevur hjarta fyri hesum gentunum, eru tit vælkomin at stuðla teimum, so byggjast kann liðugt, og genturnar harvið fáa eitt nýtt og betri heim, og eisini fleiri kunnu fáa hjálp.
Hava tit fyrispurningar ella ynskja tit at stuðla er adr: Susanne og Leif Madsen, P.O.Box 9734 Lanet, 20112 Nakuru, Kenya og teldupostur: [email protected]
Okkara adr. er: Malena og Jens Meitilberg, P.O.Box 9742 Lanet, 20112 Nakuru, Kenya og teldupostur: [email protected]
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum!!!
Framtíðarætlanir
Í útjarðarinum á Nakuru liggur ein stórur ruskdungi, har nógv fólk liva rundanum og royna at finna sær matleivdir og annað har. Hesi fólk liva í størstu armóð og fátækradømi, har eru sera nógv børn, nógvar blaðungar einligar mammur við fleiri børnum. Fyri júst einum ári síðani byrjaði ein av »okkara« lærarum við barnahavaklassa haruppi. Í dag koma umleið 50 børn í skúla dagliga, har tey eisini fáa mat. Tey hava nú eisini sunnudagsskúla/møti sunnumorgnar, har koma fleiri og fleiri, serliga ungar mammur. Men rúmið, sum tey húsast í, er alt ov lítið. Ynski okkara er at hjálpa hesum ungu kvinnum og mammum og øðrum frá fátækraøkjunum. Vón okkara er tí at fáa eina grund, so vit kunnu byggja eini hús at hýsa barnahavaklassanum og eitt sentur, sum vit ynskja at kalla »Nýggja vón Sentrið«. Har vit fara at hava útbúgvið fólk at ráðgeva og undirvísa teimum í heilsu, reinføri, barnapleygu, kost, Aids, o.a. Ein partur av peninginum til hettar sentrið varp innsavnað í DK í mai í ár.

Vit takka Sosialinum fyri innivist í blaðið tykkara! Og takk til tykkum lesarar, sum hava givið tykkum stundir til at lesa hesa grein, sum kanska bleiv heldur drúgv, men vónandi hevur hon givið onkrum okkurt nýtt at hugsa um, biðja fyri, og kanska stuðla!!!
Við tøkk.