- Eg havi góðtikið, at eg ongastaðni hoyri heima. Sjónleikarin og útisetin Olaf Johannessen festir sær í og heldur hugsunarsamur fram
- Tað var eitt sindur ræðandi men eisini fríandi, tí so helt eg uppat at leingjast eftir onkrum, eg ikki kann fáa. Tástani fekk eg frið til bara at vera til staðar, har eg nú einaferð eri, sigur Olaf, sum seinastu mongu árini hevur búð og arbeitt sum yrkissjónleikari í Danmark.
Lopfjølin
Tankarnir hjá Olaf leita meir enn 20 ár aftur í tíðina, tá hann júst var byrjaður á sjónleikaraskúlanum í Århus. Skelkaður av at síggja, hvussu nógv dugnaligari øll hini vóru í hansara eygum, royndi hann ørkymlaður at gera alt fyri at líkjast teimum. Til lærarin ein dagin segði við hann: Olaf, tú mást finna út av, hvar tú kemur frá, tí tað er har, tú skalt hoppa frá hvørja ferð, tú fert á pallin.
- Hann sipaði sjálvandi til mína føroysku bakgrund, sum uppá onkran máta altíð verður mín lopfjøl. Og hvat merkir so tað? Tjaa, eg veit framvegis ikki rættiliga, men kanska nakað við at føroyingar eru meir óspiltir og opnir, enn so nógv onnur. Møguliga hevur tað nakað við ógvusligu náttúrukreftirnar rundan um teg at gera at tú kennir teg prísgivnan og á onkran hátt mást finna teg í, at tú ikki kanst stýra øllum, grunar Olaf, meðan hann ásannar andsøgnina í hesum. Tí samstundis er fyrsta treytin hjá einum sjónleikara nettupp at læra at stýra og meistra sínum instrumenti, kroppinum, út í æsir. Men kanska er tað júst føroyska bakgrundin, sum skapar neyðugu javnvágina til at tora at hoppa og so bara vóna, at tað ber.
Hygg eftir mær!
- Tað er tað, sum ger tað so óluksáliga spennandi at vera sjónleikari. Tú satsar alt og veist, at tað er kontant avrokning her og nú, hvørja ferð. Tað ger teg eisini ótrúliga viðbreknan, tí ótilvitaða drívmegin hjá øllum sjónleikararum er ein ekstrem trongd at hava vald á núinum og rópa: Hygg, hvussu dugnaligur eg eri! Eydnast tað, eigur tú alla verðina eina løtu. Kiksar tað, fært tú skjótt sannført teg sjálvan um, at tú aldrin aftur verður nakað verdur sum sjónleikari. Serliga hjá teimum ungu sjónleikararnum er hatta eitt ævigt dilemma, sigur Olaf.
Sjálvur heldur hann seg eftirhondini hava lært, ikki at lata seg eta upp av miseydnaðum løtum og hava fingið neyðuga sjálvsálitið til at læra nakað av teimum.
- Tað er aftur nakað við at kenna teg tryggan í tí, tú nú einaferð ert í tí, tú hoppar frá, sigur Olaf, men leggur afturat, at tað eisini hevur havt ómetaliga stóran týdning, at hann ongantíð hevur verið arbeiðsleysur øll hesi árini.
- Tað týdningarmesta fyri ein sjónleikara er at sleppa at spæla sjónleik, so hann kann halda sítt instrument við líka, byggja tað upp og allatíðina víðka tað. Sleppur hann ikki tað, skal ikki nógv til, áðrenn hann fær ein niðurtúr av einum minni væleydnaðum leikluti ella av ikki at hava nakran í boði, sigur Olaf, sum ásannar, at eisini aldurin hevur nógv at siga fyri, hvussu tú sum sjónlekari megnar at handfara niðurløg.
- Við aldrinum og búningini kemur eisini evnið at síggja tað, tú gert, í einum størri perspektivi. Tað merkir til dømis, at tú dugir at síggja, at orsøkin til at ein nýbrótandi leikur ikki var serliga væl móttikin, ivaleyst var, at tíðin ikki var búgvin til hann. Sum ungur sjónleikari vilt tú, at øll skulu elska teg. Nú hevur tað hevur tað mest týdning, at eg sjálvur trúgvi uppá tað, eg geri, sigur Olaf.
Eina søgu at fortelja
Tí trívist hann eisini fínt við at vera freelance sjónleikari í løtuni, har hann sjálvur velur at siga ja ella nei takk til uppgávurnar. Og eftir 10 ár í føstum starvi á Kongaliga Leikhúsinum var hetta eisini ein kærkomin avbjóðing.
- Tá tú ert í føstum starvi á einum leikhúsi, velur tú ikki leiklutirnar sjálvur. Ikki tí - eg havi havt nógvar spennandi og læruríkar avbjóðingar á tí Kongaliga, sigur Olaf, og skundar sær at leggja afturat, at orsøkin til at hann í síni tíð segði ja til starvið har var, at hann fegin vildi arbeiða undir leiðslu av táverandi leikhússtjóranum Klaus Hoffmeyer.
- Hoffmeyer er teaturmenniskja út í æsir og hevur eitt listaligt forvitni, sum eg havi allarstørstu virðing fyri. At hansara ætlanir um at skipa eitt meir eksperimenterandi leikhús afturat tí Kongaliga ikki rættiliga eydnaðust er ein onnur søga, sigur Olaf, sum sjálvur hevur havt møguleika at fylgja hesi leiðini sum freelance sjónleikari.
- Eg vil sleppa at brúka meg sjálvan til at fortelja góðar søgur. Hvørjar tær eru, er ongantíð eintýðugt, men helst skulu áskoðararnir onkursvegna kunna kenna seg aftur í teimum, samstundis sum tær fáa okkum at lata okkum upp sum menniskju. Eg havi til dømis verið við til at valt leikin, Eg taki tína hond í mína, sum vit spæla beint nú. Hetta er fyrst og fremst ein søga um eitt parlag, sum jú er nakað, tey flestu av okkum hava royndir við. Men hetta er eisini ein søga um, at menniskju ikki verða verri av at hava lýti heldur tvørturímóti, sigur Olaf, sum ongar ætlanir hevur sum sjónleikari at fortelja fólki, hvat tey skuldu halda ella meina.
Sjónleikur stendur veikt
Tí dámar honum heldur ikki politiskan propagandasjónleik ikki at misskilja sum politiskan sjónleik. Eftir hansara tykki er allur góður sjónleikur nevniliga politiskur í og við at hann hevur nakað uppá hjarta og vil okkum nakað, sum menniskju.
- Fyri stuttum var eg við í leikinum Demokratiske bestræbelser. Tað var uppá fleiri mátar ein øgiliga politiskur leikur, men hann var tað við at vísa, hvussu viðbrekið fólkaræðið er, og hvussu lætt tað kann doyggja, sigur Olaf. Hann ásannar, at ein slík leikuppliving uttan iva kennist meir viðkomandi enn vanliga fatanin av Kongaliga Leikhúsinum, ið er vorðið háborgin hjá eini fínmentan, sum ikki altíð røkkur so langt út um seg sjálvan. Kortini heldur hann avgjørt, at tað Kongaliga fyllir ein neyðugan leiklut.
- Tey hava umstøður og eina fíggjarjáttan, sum ger tað møguligt at fara í holt við uppsetingar, sum onnur leikhús bara kunnu droyma um. Tað er ikki innihaldinum á tí Kongaliga, nakað er galið við, men heldur at stovnurin er vorðin so stirvin, at tað illa ber til at royna nýggjar leiðir við verandi skipan.
Í heila tiki ásannar Olaf, at sjónleikur stendur heldur veikt í dag í mun til ágangandi undirhaldsídnaðin annars. Spurningurin er so, um tað er áskoðararnum ella sjónleikinum, tað er galið við. Kanska er trupulleikin, at góður sjónleikur pliktar áskoðaran á ein hátt, sum vanligt lættisoppaundirhald ikki ger. Ein sjónleikur verður bara veruliga góður, um áskoðararnir eru við uppá tað, sum gongur fyri seg á pallinum og tíma at liva seg inn í tað. Tað pliktar so aftur leikararnar enn meir, minnir Olaf á.
- Tú stendur jú har og lokkar fólk inn í leikhúsið við at tvíhalda um, hvussu góð søgan er og at hon avgjørt er verd at brúka kanska fleiri hundrað krónir uppá. So skal tað pínadoy eisini verða gott, slær Olaf fast.
Einafer afturat ...
Eftir meir enn 20 ár í yrkinum við royndum innan flestu sjónleikagreinar hvar stendur sjónleikarin Olaf Johannessen so í dag sum 45 ára gamal?
- Mitt í verðini veruliga mitt í øllum. Eg havi nógv eftir at læra og eri ikki bangin fyri at bjóða mær sjálvum av í umhvørvum, eg ikki havi verið í fyrr. Tað besta av øllum er kanska, at eg eri minst líka forvitin í dag, sum tá eg var tannáringur. Tí eri eg heldur ikki bangin fyri at verða fluttur ella taka nýggj menniskju, nýggjar mátar at hugsa inn í mín heim og læra av teimum, Tað síggi eg veruliga sum eina gávu, sigur Olaf, sum heldur ikki ivast í, at hann hevði valt á sama hátt, skuldi hann valt umaftur.
- Eg hevði enntá valt tað munandi meir heilhjartað nú, tí nú veit eg, hvat tað snýr seg um at vera sjónleikari. Ella eri eg vorðin bundin av tí, tí at spæla sjónleik er sum eitt rúsevni, fyri at brúka eina klisjé. Hevur tú fyrst einaferð roynt at vera heilt har uppi, har alt bara riggar á pallinum, mást tú sleppa at royna tað enn einaferð ... og so líka einaferð afturat. Tað blívir bara við ...
Høvi er at uppliva Olaf Johannessen í leikinum Eg taki tína hond í mína á Meiarínum hósdag til sunnudag kl 20 fram til 16. juli