Millumbylgjan kókaði yvir

Fyri løtu síðani fór streymurin aftur um alla Suðuroynna. Samstundis vórðu brandbilar boðsendir, tí millumbylgjusendarin á Akrabyrgi gav boð um eld

Suðuroyingar eru ikki heilt álvuligir í løtuni.

 

Fyrr í dag fór streymurin, og tað vísti seg, at orsøkin var ein eldsbruni á Vágsverkinum. 

 

Partur av oynni fekk streymin aftur fyri góðum tíma síðani, men fyri løtu síðani varð aftur svart. Samstundis sóu bæði brand- og sjúkrabilur koyra suðureftir, men hetta vísti tíbetur ikki at hava tað heilt stóra uppá seg.

 

- Brandávaringin á millumbylgjusendaranum á Akrabyrgi gav boð frá sær, og tí sendu vit alt fyri eitt fólk og útgerð á staðið. Tað vísti seg tíbetur, at talan bara var um ein tekniskan feil. Sendarin var nakað heitur, men meira enn tað var talan ikki um, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Hann veit tó ikki at siga, um hetta hevði nakað at gera við, at streymurin aftur fór um alla oynna.