Milos Budakovic til TB

TB hevur gjørt fyrsta sáttmálan og fleiri eru á veg

Tað hevur verið eitt sindur rokaligt kring fótbóltin í Suðuroynni til komandi kappingarár. Felagsliðið, TB/FCS/Royn, er farið í søguna. TB hevur rættindini til at spæla í bestu deildini, men lítið hevur verið at hoyrt til fyrireikingarnar.

 

Nú er ljóð komið úr TB. Felagið boðar frá, at Milos Budakovic heldur fram at verja málið við Stórá. Serbiski málverjin er væl lýddur og fekk eisini 29 stig til Fótbóltsgalla, har hann bleiv valdur til fjórðbesta málverjan í farna landskappingarari.

 

TB boðar eisini frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við spælarar og venjara, men vil ikki seta navn á. Sum skilst, so er talan millum annað um Poul Ingason og Aron Sørensen, umframt aðrar lokalar spælarar.