Mimir á odda í billard

Føroyameistarakappingin í billard fyri lið byrjaði hóskvøldið. Oddaliðini hjá Mimi og Havnar Klubba settu hol á kappingina. Úrslitið av fyrsta dystinum gjørdist, at Mimir vann 6-2. Steinbjørn í Dali (M) var besti maður við 4 stigum og 17,8 eygum í meðal. Jógvan Jørgensen (HK) fekk 2 stig og 16,15 eygu í meðal, Jan Müller (M) fekk 2 stig og 15.10 eygu í meðal, og Høgni Højgaard (HK) fekk einki stig og 10.50 eygu í meðal. Steinbjørn hevði besta einstaka spælið uppá 442 eygu, og Jógvan Jørgensen hevði besta einstaka umfarið uppá 94 eygu.

 

Kappingin er broytt nakað í mun til undanfarin ár. Tveir mans eru á hvørjum liði og spælt verður dupultkapping, ein dyst heima og ein úti. Hetta verður gjørt fyri, at liðini kunnu avgreiða eina kapping eftir einum degi. Tvøroyar Billardfelag, sum ikki hevur verið við í mong ár, er nú við aftur. Fuglfirðingar, sum hava verið við, eru ikki við hesaferð.

 

Tað er Billardsamband Føroya, ið skipar fyri kappingini. Fyrispurningar um kapping og úrslit skulu sendast til Kristian Suna Høgnesen, ( [email protected]) Steinbjørn í Dali (Steinbjørn í Dali [email protected])og Jan Müller ([email protected])