Javnari, reinari, natúrligari og betri fyri húðina. Hesi eru lovorðini, sum standa at lesa allastaðni, har miniralputur verður umrøtt.
Miniralputur er eitt fantastiskt og slóðbrótandi slag av foundation, sum er eitt fínt og lætt putur, tú verður púra bitin av. Tað virkar næstan sum eitt nýtt og fínt lag av perfektari húð, sum sær púra ósmikað og natúrlig út á tær.
Næstan øll make-up merki hava sína egnu røð av miniralssminku við eygnaskuggum, kinnareyðum og puturi, ið er nógv tann best umtókta vøran.
Tey flestu, sum brúka miniralsminku, eru samd um, at tað er sera gott og lætt at brúka. Men tað krevur eitt lítið sindur av venjing at leggja javnt á húðina. Tí skalt tú brúka eina serliga tætta og stutthærda bust, og leggja putrið á við masserandi rundum rørslum.
Natúrlig miniralir
Ektað miniralsminka inniheldur bara reinar natúrligar miniralar, og onki silikon ella talk er blandað í.
Vanligastu miniralini eru bismuth oxyklorid, titaniumdioxid, zinkoxid og mica, sum hava hvør sín eginleika.
Titaniumdioxid og zinkoxid verja húðina móti sólini, og zinkoxid er eisini gott fyri viðbrekna húð.
Bismuth oxyklorid ger, at putrið heldur sær leingi á húðini og mica gevur vakra litin.
Ein stórur fyrimunur við miniralsminku er, at hon inniheldur ikki so nógv ymisk sløg av tilfari, ið sum kunnugt økja um vandan fyri ovurviðkvæmi.
--
3 spurningar um miniralsminku
Hví verður miniralsminka oftast selt sum putur?
Vit hava bara brúk fyri miniralunum, og ikki olju ella haldevni
Hvussu brúki eg miniralputur?
Vanligar langhærdar bustir leggja putrið ójavnt á. Keyp eina stutthærda bust, serliga framleidd til miniralsminku. Koyr eitt sindur av putri á bustina og massera tað inn í húðina við rundum rørslum. Kemur ov nógv á kustin, skalt tú heldur busta av niður í vaskið enn at koyra ov nógv á!
Hvat er tað negativa við miniralsminku?
Krevur eitt lítið sindur av venjing at leggja pent á
--
Myndatekstur: Miniralputur hevur eftir fáum árum avloyst øll onnur sløg av putri og foundation.
--
Í meiri enn 30 ár hava miniralir verið partur av loynidóminum hjá stóru stjørnunum og gimsteinurin í beauty-boxini hjá víðagitnum stylistum. Men nú kunnu vit vanligu deyðiligu tíbetur eisini keypa miniralsminku.
--
Vit eru seldar!
Vit á Rákinum hava roynt ymisk sløg av miniralpurti, sum fáast til keyps her í Føroyum, og vit eru púra seldar!
Putrið gevur eitt lekkurt, natúrligt og matt teint, sum heldur allan dagin. Tað er sera drúgt, og tú sært slett ikki sminka út upp á tann keðiliga mátan. Sum so hava vit ikki upplivað nakran mun á merkjunum, men vit á Rákinum hava kortini fylt sminkupungin við putri frá The Body Shop og Tronborg. Vert er at leggja til merkis, at ymiskt er, hvussu nógv putur, tú fært fyri pengarnar. Tí upplýsa vit eisini prísin fyri hvørt gramm.
--
Aveda, 20 g., 189 kr/9,45 kr. pr.g. Monroe við Norðaskála
Youngblood, 10 g., 370 kr/37,00 kr. pr.g., Cosmeto, Havn
Jane Iredale, 10.5 g., 350 kr/33,30 kr. pr.g., Athena, Vágur
Max Factor, 10 g., 139 kr/13,90 kr. pr.g., Matas, SMS
Dior, 8 g., 299 kr/37,37 kr. pr.g., Matas, SMS
Body Shop, 5 g., 235 kr/47,00 kr. pr.g., The Body Shop, SMS
Tromborg*, 10 g., 399 kr/39,50 kr. pr.g., Klivin, Havn
--
* Varð kosið ársins make-up í Danmark í fjør