Londini í NEAFC eru samd um at skerja kongafiskaveiðina í Irmingarhavinum Í gjár samdust londini í NEAFC um kongafiskaveiðuna í Irmingahavinum. Føroya Reiðarafelag skrivar á heimasíðuni, at støðan hjá kongafiskastovninum er so vánalig, at nakað má gerast, men at semjast um nakað skilagott sær út til at vera vónleyst.
Tá er ein kassi á gýtingarleiðini, har veiðan hevur verið avmarkað, og nú samdust londini um at minka fiskiskapin úr 30 niður í 15 % í tíðarskeiðinum 1. apríl til 10. mai. Hetta er besta fiskitíðin, og tað er við ringum tannabiti, at Føroya Reiðarafelag góðtekur hetta. Loyvt verður at fiska 597 tons ímóti 722 tonsum, sum vóru veidd í fjør í sama øki sama tíðarskeið.
Annars var semja um at økja veiðuna frá 65% til 70% av 3.980 tonsum í sama kassa, men sum sagt, bara 15% í áðurnevnda tíðarskeiði, skrivar reiðarafelagið á heimasíðuni.