Orkusparing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
-Kom niðan í Norðurlandahúsið og fá góð ráð um, hvussu tú kanst minka um CO2 útlátið í tínum dagligu gerðum og samstundis spara pening. Soleiðis siga fyriskipararnir av umhvørvistiltaki, sum veðrur í Norðurlandahúsinum hósdagin klokkan 19.30.
Tað verður lívstílsserfrøðingurin Christine Feldthaus, sum vit eisini kenna frá DR1 sendingini Kender du typen, sum við sínum eyðkenda og lætta lyndi fer at greiða frá, hvussu hon hevur minka um CO2 útlátið við 35 prosentum.
Eisini verður ein umhvørvisstuttfilmur sýndur, sum tekur støði í gerandisdegnum hjá tveimum føroyingum. Tað er filmsverkstovan Klippfisk, sum hevur framleitt filmin.
Harafturat hevur SEV eina framsýning, sum lýsir el nýtsluna í dagligdegnum, umframt at tilfar um orkusparing frá kappingini millum 7. flokkar verður víst fram.
Landstýriskvinnan við umhvørvismálum Annika Olsen leggur út við at bjóða vælkomin.
Tað eru Umhvørvisstovan, Tórshavnar kommuna, SEV og Agenda 21 stovan, sum saman skipa fyri tiltakinum.