Minnast ein hin størsta skaðadagin í Føroyum

Minningarhald verður í Sandvík og í Hvalba næsta leygardag


Fríggjadagin 13. februar, eru 100 ár liðin síðani ein hin størsti skaðadagin í Føroya søgu.

Tað var nevniliga 13. februar í 1915, at tiltikna Skaðagrindin var í Sandvík, har 14 mans lótu lív.

 

Tað var føstulávintsleygardag í 1915 at grind kom til Sandvíkar.

Tað var ringt í sjónum, men kortini varð gjørt av, at halda grindini til, og fólk komu eisini úr Hvalba í grind.

Men í ta einu løtuna vóru brotini so ógvuslig, at tveir bátar hóvdist. Teir lógu stavnrætt ímóti, men grunnbrotini vóru so brøtt, at teir fóru eftir endanum, fyltist og hóvldist. 

Óli Jacobsen hevur skrivað fleiri greinir í Sosialinum hesar seinastu vikurnar um hesa syrgiligu hendingina.


Hetta var ein sorgardagur fyri alla sóknina, og fyri at minnast hesar menninar, verður alment minningarhald í Sandvík og Hvalba leygardagin 14. februar, sum eisini er føstulávintsleygardagur.

 

Byrjað verður í Sandvíkar kirkju klokkan 14 við gudstænastu, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar.

Av tí at kirkjan í Sandvík neyvan rúmar øllum, sum væntandi fara at koma til minningarhaldið, verður stroymt úr kirkjuni oman í Ranhøll, sum er bygdarhúsið í Sandvík, har tað sostatt ber at fylgja við gudstænastuni.

 

Aftan á gudstænastuna verður farið inn til minnisvarðan, sum er reistur yvir

Menninar ið fórust. Har verður kransur lagdur og Uni Næs, dómpróstur, sigur nøkur orð.

 

Síðan verður farið til Hvalbiar í Roynhøllina, har Sigmundur Poulsen, Sigmundur í Geil í Sandvík, fer at greiða frá hendingini og har verður eisini ein drekkamunnur.

Tann eini báturin, Kjógvin, sum var við í skaðagrindini, er í varðveitslu á Fornminnissavninum, men hann hava tey lænt suður til høvið og hann verður eisini at síggja í Roynhøllini.

 

Tey, sum hava skipað fyri minningarhaldinum, eru Emmy Klettheyggj í Sandvík, John Næs Berg í Nesi í Hvalba, Henning Niclasen í Hvalba og Louisa Lagfoss í Sandvík, sum eisini er formaður í nevndini.