Minnast Góðanes

Tann 2. januar 1957 sigldi íslendski trolarin Góðanes á Flesjarnar og sakk. Øll manningin bjargaðist uttan skiparin. Í hesum sambandi verður minningarhald á Strondum sunnudagin, har ein minnissteinur verður avdúkaður Nýggársdag 1957 fer Góðanes frá bryggju í Neskaupstaði. Leiðin gekk til Føroyar, har ætlanin var at taka umborð 14 føroyingar, sum høvdu verið heima um høgtíðina. Teir náddu ikki til bryggju í Føroyum, og síðan hava størri skip og trolarar frá Neskaustaði ikki loyst frá bryggju nýggjársdag.

Góðanes fekk ringt veður til Føroya. Tá ið tað nærkaðist Føroyum fekk skiparin at vita, at tað var ikki kyrt at leggja at í Havn. Tí var ráðiligast at fara inn á Skálafjørðin og leggja at í Runavík.

Komnir um Eystnes varnast teir ov seint, at Flesjarnar er beint fyri framman og skipið tekur botn. Tað eydnaðist at bjarga øllum uttan unga skiparanum, sum læt eftir seg unga unnustu og lítið barn.

Í sambandi við, at tað í ár eru liðin 50 ár síðani hendingin fór fram, verður minnisløta um skiparan, Petur Hafstein Sigurðsson við Minnisvarðan á Strondum sunnudagin.

Skráin er henda:

John Rasmussen bjóðar vælkomin

1. sálmur/sangur ? FO nr. 590

Heri Joensen, prestur, talar

2. sálmur/sangur ? íslendskur

Heilsan úr Íslandi og minnispláta verður avdúkað

(Her Joensen bjóðar beiggja og soni Peturs at avdúka minnisplátuna og boðar frá, at vit minnast Petur í tøkk og virðing í ein minutt)

3. sálmur/sangur ? íslendskur

Karl Jóhan Birgirsson takkar

John Rasmussen takkar og bjóðar øllum til ein drekkamunn í Missiónshúsinum

4. sálmur/sangur ? FO nr. 292