Tá ið jólaskipið Sauternes sakk í Fugloyarfirði 7. desember 1941, sjólótust allir 19 av manningini, og bert 6 vórðu funnir aftur hesir eru allir grivnir í kirkjugarðinum við Skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík.
Tað sigur Klaksvíkar kommuna.
Týsdagin 17. juli 2012 vóru tríggir bretar frá felagsskapinum Commonwealth War Graves Commission á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti saman við Andrasi Joensen, umboðandi kirkjugarðsdeildina.
Commonwealth War Graves Commission (CWGC) hevur til endamáls at tryggja, at 1,7 mió. menniskju, sum doyðu í teimum báðum heimsbardøgunum, aldri verða gloymd. Á teirra heimasíðu verður upplýst, at tey minnast krígsofrini við eitt nú at byggja og viðlíkahalda kirkjugarðar og minnismerki og at varðveita skrásetingarnar av hesum. Umboð verða send til kirkjugarðar og minnismerki á 23.000 ymiskum plássum í 153 londum.
Víðari upplýsir CWGC, at teirra virði og málsetningar, sum vórðu ásettir í 1917, eru líka so viðkomandi nú, sum teir vóru fyri næstan 100 árum síðan.
Ein partur av virkseminum hjá CWGC er tær 6 gravirnar í kirkjugarðinum á Ziskatrøð, har teir 6 av manningini umborð á jólaskipinum Sauternes, sum vórðu afturfunnir, liggja grivnir hesir eru: *George Albert Perris, 34 ár, *Richard Smith, uml. 35 ár, *John Daniel McNicol, 21 ár, *Robert Ross, uml. 25 ár, *Peter McKenzie Cormack, 21 ár, og *ókendur maður, uml. 35 ár.
Saman við Tummas Hanus Dam, sum er bretskur konsul í Føroyum, vóru tríggir mans frá Commonwealth War Graves Commisssion á vitjan í Klaksvík týsdagin: Lieutenant General Sir Alistair Irwin, næstformaður í Commonwealth War Graves Commission, Alan Pateman-Jones, director General í Commonwealth War Graves Commission, og Barry Murphy, stjóri fyri United Kingdom Area.
Fyrrapartin týsdagin komu teir til Klaksvíkar, har teir fyrst vitjaðu í kirkjugarðinum, har ein lítil minnisløta varð hildin fyri teimum sjólátnu saman við Gunvá við Keldu, borgarstjóra og Magnusi B. Jørgensen, presti. Prestur las úr Luk. 24, hevði bøn og vælsigning. Umframt hetta var tøgn hildin í ein minutt.
Eftir løtuna í kirkjugarðinum varð farið í býráðshúsið, har borgarstjórin bjóðaði ein kaffimunn.
Í Føroyum eru kirkjugarðar við falnum bretskum hermonnum í Miðvági, har 14 eru grivnir, í Tórshavn, har 37 eru grivnir, í Klaksvík, har 6 eru grivnir og í Vági, har 1 er grivin. Gravirnar verða vitjaðar av umboðum frá CWGC umleið triðja hvørt ár.