Sunnudagurin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár mint á við at leggja blómur á tey støðini, har ferðslan hevur kravt mannalív.
Sambært einum av fyriskiparunum byrjaði tankin um hetta tiltakið longu einaferð í sjeytiárunum. Tá vóru nevniliga fleiri ferðsluvanlukkur, ið kravdu mannalív, enn tað eru í dag.
150 blómutyssi
Av tí, at man ikki veit um øll støðini, har fólk hava latið lív í ferðsluni, verða blómutyssi sett upp fyri tey seinastu 30 árini. Talan er um yvir 150 blómutyssi, sum skulu leggjast út.
? Um ein koyrir frá Leirvík til Havnar sunnudagin, so kemur ein framvið yvir 20 blómutyssum. Hetta fær fólk at rakna við, sigur Ingi Gunnarsson, ið er ein av fyrireikarunum.
? Hetta er okkara háttur at markera dagin uppá, og vit hava valt at gera tað uppá ein penan máta, so vit sleppa undan at stoyta nakran, sum hevur mist, leggur hann afturat.
Tiltakið verður fíggjað við stuðli frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og fyritøkum, og alt arbeiðið við blómum og útlegging er sjálvboðið.
Endamálið við tiltakinum er, at gera vart við, at alt ov nógv ung lata lív í ferðsluni, og harvið fáa fólk at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti.