Sunnudagin 3. juli er dagurin, har steðga verður á fyri at minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
Síðan minningardagin í fjør eru trý deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ein í 2015 og tvey í 2016.
- Tað er vanlukkuligt at missa fólk í ferðsluni fyri eitt samfelag, og í einum lítlum samfelagi sum Føroyum, verða øll ávirkað, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.
Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, millum annað limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt landið at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
- Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey, sum sita eftir, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.