Minnast William á matiné í Havnar Kirkju

Í morgun klokkan 11:30 verður matiné í Havnar kirkju. Í dag eru liðin 111 ár síðani William Heinesen. At hoyra verður tónleikur hjá Kristian Blak til yrkingar hjá Williami. Kristian Blak setti í 1981 tónleik til 9 yrkingar »Thi natten kommer« úr savninum ?Panorama med Regnbue? frá 1972.

Tær nýggju yrkingarnar er ein samanhangandi cyklus, og eru seinastu yrkingarnar, sum William lat úr hondum.

Verkið eitur »Den Yderste Ø« eftir einum av yrkingunum. Tónleikurin til »Den Ydersta ø« var tann fyrsti, sum Kristian skrivaði til bólkin Yggdrasil. Tónleikabólkurin markerar 30 ára hald alt 2011.

Gunnar Hoydal hevur umsett yrkingarnar til føroyskt og tær hava á føroyskum fingið heitið »Ytsta oyggin«. Yrkingar og tónleikur verða leygardagin fyri fyrstu ferð framførdar sum ein heild á føroyskum.

Hans Tórgarð lesur upp. Kristian Blak og Mikael Blak framføra tónleikin.