Heimsins ríkasta fótbóltsfelag, enska Manchester United, vinnur ikki so nógvar pengar nú, sum tað hevur gjørt seinnu árini. Avlopið í Manchester United er seinnu árini farið úr 600 milliónum krónum og niður í 400 millónir krónur, og útlit eru til, at avlopið fer at minka meira næstu árini. Orsøkini er fyrst og fremst, at felagið fær minni pengar fyri sjónvarpsrættindini til sínar dystir.