Minni enn fjórðingurin eftir

Nú eru sprongdir 8.692 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Í seinastu viku sprongdi NCC 152 metrar av Eysturoyartunlinum.

 

Undir Tangafirði nærkast tey bæði boritoymini í hvørjum. Í seinastu viku vóru 76 metrar sprongdir Hvítanesmegin og 38 metrar norðaru megin. Nú eru 1.455 metrar eftir at bora, so er opið frá Hvítanesi til rundkoyringina og tí eisini út á Strendur.

 

Av Hvítanesi eru sprongdir í alt 4.513 metrar og frá rundkoyringini móti Hvítanesi 1.532 metrar. Hesin parturin skal tilsamans vera 7,5 kilometrar.

 

Frá rundkoyringini og til Saltnes resta nú 818 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.382 metrar av 2.200 metrum. Í seinastu viku sprongdi tunnilstoymið 38 metrar.