Minni enn helvtin vil búgva í Føroyum

Eru tey lesandi uttan fyri Norðurlond pengarnar verd?

 

Tað er spurningurin, nú Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt eina nýggja kanning av teimum, ið lesa uttan fyri Norðurlond og um árið fáa tilsamans 12 milliónir krónur í studningi.

 

Kanningin eitur »Vit flyta ikki longri enn hini« og er ein lýsing av støðuni og hugburðinum hjá teimum, sum fáa studning gjøgnum ÚSUN-skipanina.

 

Eins og við øðrum lesandi, er stóri spurningurin, um tey lesandi koma heimaftur eftir loknan lestur, staðfestir Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður:

 

Hoyrið samrøðu við Sjúrð Skaale, fólkatingsman, við at trýsta á knøttin undir myndini.