Minni enn ið helvtin av teimum lesandi koma heim aftur

Einans 44 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa, koma heimaftur, vísir ein spildurnýggj kanning, sum Stuðulsstovnurin hevur latið gjørt



Færri enn helvtin av teimum føroyingum, sum fara uttanlands í útbúgvingarørindum, koma heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

Tað staðfestir ein nýgg og sera umfatandi kanning, sum fevnir um allar føroyingar, ið vóru lidnir við eina útbúgving í tíðarskeiðnum 2004 til 2006.

Kanningin varð løgd fram á ráðstevnu hjá norðurlendskum lestrarstovnum í gjár. Við kanningini, ið Stuðulsstovnurin hevur latið gjørt, ber sostatt fyrstu ferð til at staðfesta, hvussu nógvir lesandi føroyingar uttanlands velja at koma heim aftur. 



Kemur óvart á

Terji á Lakjuni, stjóri á Stuðulsstovninum, vísir á, at vit jú longi hava vitað, at føroyingar í stórum tali fara uttanlands at nema sær útbúgving. Hinvegin kemur tað rættiliga óvart á hann, at meir enn helvtin av hesum føroyingunum velja at vera verandi uttanlands.

- Hetta talið verður lutfallsliga sera stórt, tá vit vita, at heili 60 prosent af øllum lesandi føroyingum taka sína útbúgving uttanlands. Í eitt nú Danmark og Finlandi fara bara 2 prosent av landinum at taka eina útbúgving, og tí verður talið á teimum, sum møguliga ikki koma heimaftur, heldur ikki so lutfallsliga stórt, sum í Føroyum, sigur Terji á Lakjuni.

Til samanberingar kann nevnast, at í Íslandi fer ein fjórðingur av teimum lesandi av landinum at taka útbúgving, meðan á leið 16 prosent koma aftur aftaná loknan lestur. 



Hægst útbúnu verða verandi uttanlands

Jacob Mouritz Olsen, lesandi við Åalborg Universitet, hevur gjørt kanningina fyri Stuðulsstovnin. Hann vísir á, at tað eru fleiri úrslit og ábendingar í kanningini, sum benda á eina heldur óhepna gongd.

- Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at Føroyar er tað landið, ið útflytir flest lesandi og fær fægst av teimum heimaftur, samanborið við hini norðurlondini. Harafturat vísir kanningin, at tað serliga eru tey, við teimum hægstu útbúgvingunum, sum verða verandi uttanlands, sigur Jacob Mouritz Olsen. 



Ikki so einfalt

Terji á Lakjuni heldur tað vera sera áhugavert, at vit nú fyri fyrstu ferð hava neyv tøl at halda okkum til, tá talan er um, hvussu nógvir lesandi føroyingar velja at koma heimaftur.

- Tað, at vit hava manglað tøl, hevur havt við sær, at hetta kjakið í stóran mun hevur verið merkt av gitingum og mytum. Nú ber betri til at fyrihalda seg til trupulleikan við møguligum loysnum – í tann mun vit also halda hetta vera ein trupulleika, sigur Terji á Lakjuni.

Hann leggur afturat, at kjakið um nógvu lesandi føroyingarnar í útlondum kanska hevur lyndið til at gerast í so einsháttað.

- Tað er jú hvørki nakað nýtt ella ónátúrligt í, at ung fólk fegin vilja hava luft undir veingirnar og royna nakað nýtt. Tað halda vit eisini vera fínt, tí vit skulu helst øll vera partur av globaliseringini. Men vit vilja samtundis fegin hava so nógv av teimum ungu at koma heim aftur á klettarnar, so tað er ikki heilt einfalt, sigur Terji á Lakjuni, stjóri á Stuðulsstovinum